Hondbóltur

Jana og Viborg eru vælspælandi

Føroyski bakspælarin skoraði ella legði upp til samanlagt tíggju mál í tíggju-máls sigri á Silkeborg. Viborg átta stig fyri fimm dystir.

EM-endaspælið nærkast, og Jana Mittún fær nógv at eydnast í Danmark í løtuni - hon spældi eisini væl í venjingardystunum í Slovakia herfyri (Mynd: Sverri Egholm)

EM-endaspælið nærkast, og Jana Mittún fær nógv at eydnast í Danmark í løtuni - hon spældi eisini væl í venjingardystunum í Slovakia herfyri (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-15 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tykiskt, sum Jana Mittún fær eitt sindur størri leiklut á Viborg-liðnum í ár, og í grannauppgerð í gjárkvøldið hevði hon seinastu ella næstseinastu hond á tíggju av teimum 32 málunum hjá Viborg.

Tær í grønum vunnu greitt í Silkeborg. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði fýra mál - uppá fýra skotroyndir - og er Jana skrásett fyri seks upplegg.

100 prosent í skotum og nógvar góðar álopsatgerðir, tá Viborg vann seg uppá átta stig fyri fimm umfør í bestu donsku deildini.

Viborg tekur móti Aarhus United leygardagin seinnapartin. Í næstu viku savnast Jana Mittún og landsliðsliðfelagar til venjingar í Føroyum.

EM-endaspælið byrjar 29. november í Sveis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder