Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk hann bóltin í høgru síðu í góðari sstøðu til innlegg, og Jann Benjaminsen legði eisini bóltin væl inn í fremra øki, har Robin Hjelmeseth var komin uppá pláss. Hann fekk stútaði bóltin væl í longra málhorn, og so var 1-0 til Hødd.
Jann, Robin, Peder Nersveen og hinir fingu eisini ein eitt-máls sigur í hús í fyrra uppflytingardystinum. Liðini skoraðu eitt mál hvør í seinna hálvleiki - málið hjá Arendal til 2-1 í 74. minutti var eisini ein perla.
Tað er ikki so ofta, at Hødd letur mál inn - bert 18 í 26 landskappingardystum í ár - men hetta útivallarmálið hjá Arendal ger, at stórur spenningur er til seinna uppflytingardystin millum tvey'ararnar í teimum báðum bólkunum í triðbestu norsku deildini.
Um Hødd vinnur, fær javnleik ella tapir við einum máli í málríkum dysti næsta vikuskifti (til dømis 3-2 ella 4-3), so er liðið við føroyska bakkinum eitt fet nærri uppflyting til næstbestu deildina.
Liðið, sum kemur víðari eftir dystin í Arendal leygardagin, skal spæla tveir dystir móti triðniðasta liðnum í næstbestu deildini um seinasta plássið í OBOS-deildini
Fótbóltur
Jann legði upp til leiðslumálið í fyrra uppflytingardystinum
24-ára gamli føroyski høgri bakkurin spældi 85 minuttir í 2-1 sigrinum hjá Hødd á Arendal. Um Hødd vinnur, fær javnleik ella tapir við einum máli í málríkum dysti næsta vikuskifti, so er liðið eitt fet nærri uppflyting til næstbestu norsku deildina.
Jann leggur her upp til mál í dysti fyri NSÍ móti HB í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
2021-11-21 15:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald