Tveir dystir í Okkara-deildini vórðu leiktir seint seinnapartin. Í Kollafirði var Kyndil á vitjan, og í Hoyvíkshøllini hittust Neistin og H71.
KÍF noyddist at vinna fyri at halda fast í vónini um at koma í topp-fýra, og harvið fáa møguleikan at kappast um finaluplássini. Kollfirðingar greiddu eisini sína skyldu í dag og vunnu greitt á Kyndli. Útiliðið hevði stórar trupulleikar við at skora í 1. hálvleiki, og hóast tað gjørdist betri í 2. hálvleiki, so gjørdist tað ongantíð spenningur um úrsliti, tí KÍF var sannførandi.
Kollfirðingar vunnu mikukvøldið á Skála og byrjaðu 2019 við at spæla javnt ímóti H71. Tilgongdin av Rúna Joensen hevur avgjørt styrkt um liðið, og eftir úrslitini í dag er KÍF trý stig aftanfyri Kyndil og H71.
Hóskvøldið vann Kyndil tepurt á heimavølli ímóti H71. Hoyvíkingar spældu ímóti hinum havnarfelagnum í dag, og aftur í dag gjørdist talan um ein tættan dyst.
Í fyrra hálvleiki var Neistin omaná, men H71 kom betri út til seinna hálvleik og megnaði skjótt at kom á odda. Frá 37. til 47.minutt skoraði Neistin einki mál. Hoyvíkingar vóru tá á odda við trimum málum, men so svaraði Neistin aftur. H71 kom aftur á odda við tveimum í 27.minutti, men teir í bláum fingu tvey tey seinastu málini og liðini deildu stigini í Hoyvík.
Tað er sostatt ógvuliga tætt í oddinum í Okkara-deildini, nú liðini fara at spæla steypakapping.
KÍF - Kyndil 27-21 (13-7)
Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson og Rùni Joensen 5, Hjalti M. Jacobsen 7
H71-Neistin 22-22 (11-13)
Toppskjúttar: Vilhelm Poulsen 6 mál, Rasmus Søby 8 mál
Støðan í Okkara-deildini:
1.Neistin 21 (15 dystir)
2.VÍF 21 (15 dystir)
3.Kyndil 19 (16 dystir)
4.H71 19 (15 dystir)
5.KÍF 16 (16 dystir)
6.StÍF 8 (14 dystir)
7.Team Klaksvík 2 (15 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald