Hondbóltur

Javnleikur í Kollafirði í fyrru hálvfinaluni

Alt er opið undan seinnu uppgerðina ímillum Neistan og KÍF eftir ein sera spennandi 2. hálvleik í Kollafirði.

Neistin og KÍF skoraðu 25 mál hvør í kvøld
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin og KÍF skoraðu 25 mál hvør í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-14 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍF tók ímóti Neistanum í aðrari hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Í 1. hálvleiki var útiliðið omaná, men í 2. hálvleiki vístu kollfirðingar veruliga, at teir vilja í finaluna. Tað var undirhaldandi og sera spennandi, og í mun til teir tríggar innanhýsis dystirnar hjá liðunum í Okkara-deildini, so megnaði Neistin ikki at vinna. 

Talan var um ein dyst, har teir bláu úr Havn høvdu leiðsluna leingi. KÍF hevði trupulleikar við at skora ímóti einum vælleikandi Nicholas Satchwell í Neista-málinum, serliga í 1. hálvleiki, men verjan hjá heimaliðnum riggaði so mikið væl, at tað ongantíð gjørdist heilt stórur munur.

Myndir: KÍF- Neistin fyrra hálvfinala

Í hálvleikinum var Neistin á odda við trimum málum, men kollfirðingar ótu seg skjótt tættari, og tað lá og svingaði ímillum + 1 til Neistan og javnleik eina løtu. Tá tíggju minuttir vóru eftir, komu kollfirðingar á odda á fyrsta sinni. Fullsetta høllin livdi av álvara við, og Hans Eli Sigurbjørnsson gekk veruliga á odda hjá heimaliðnum; hann skoraði heili 11 mál og varð toppskjútti í dystinum

Tað var ógvuliga spennandi ímóti endanum, har KÍF tvær ferðir førdi við tveimum málum. Tað var javnleikur nakrar ferðir, og tað endaði tað eisini við. Rasmus Søby smekkaði bóltin uppí longra málhorn fá sekund fyri leiklok, og harvið er tað púra javnt, áðrenn liðini hittast sunnudagin í Havn. Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. 

KÍF – Neistin 25-25 (9-12)

Í hinari hálvfinaluni vann Kyndil við seks málum á H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder