Hondbóltur

Kyndil vann við seks málum eftir frálíkt avrik

Steypavinnarin frá í fjør gjørdi bart ímóti H71 í ferðmikla dystinum á Hálsi.

Tórður S. Guttesen stóð ein frálíkan dyst í málinum hjá Kyndi- seliga í 1. hálvleiki
(Mynd: Sverri Egholm)

Tórður S. Guttesen stóð ein frálíkan dyst í málinum hjá Kyndi- seliga í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-14 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var talan um ein ógvuliga inntensan hondbóltsdyst við nógvari ferð í Stórhøllini á Hálsi í kvøld. Høllin var fullsett, og stemningurin var góður. Finalistarnir frá í fjør hittust í fyrru hálvfinaluni, og eins og tá var tað Kyndil, sum sat á dystinum frá byrjan. Kyndilsmenn spældu við stórum ágrýtni og fáum feilum í 1. hálvleiki. Álopsspælið hjá heimaliðnum eydnaðist sera væl; bakspælararnir skutu sera væl, og strikuspælið við Rógva Dal-Christiansen gav hoyvíkingum høvuðbrýggj. Kyndil skoraði heili 19 mál í 1. Hálvleiki, og H71 hevði langa niðanbrekku.

Myndir: Kyndil - H71 fyrra-halvfinala

Tað gekk striltið hjá H71 í fyrra hálvleiki við tí mesta, men tað var sum eitt hamskift lið frá byrjan í 2. hálvleiki. Hoyvíkingar spældu meira kontant og effektivt, og tað kom heilt niður á minus 4 tað einu løtuna. Í 1. hálvleiki var tað ungi Tórður Guttesen í málinum hjá Kyndli, ið fullkomiliga tók broddin av serliga vongspælinum hjá H71 við fleiri stórbjargingum. Í byrjanini av seinna hálvleiki var tað ungi málverjin hjá hoyvíkingum, Hørður Trygvasson, sum stongdi málið ímóti útgongdini. Peter Krogh skoraði 7 útav 11 málum fyri steðgin, men nú tóku aðrir eitt sindur meira ábyrgd. Peter helt tó fram, og hann skoraði heili 15 ferðir.

Kyndil svaraði væl aftur, og tað var ikki heilt ivi um, hvør fór at vinna hesu fyrru uppgerðina, men spurningurin var, hvussu stórur munurin fór at verða. Liðini skiftust nærum at skora, tað var nógvur inntensitetur, og tað endaði við at seks mál á muni. Ein frálíkur dystur frá Kyndli, meðan H71 hevur nógv hart arbeiði frammanfyri sær. Seinna hálvfinalan verður sunnudagin í Hoyvík.

Toppskjútti hjá Kyndli gjørdist vælleikandi Hjalti M. Jacobsen við níggju málum.

Kyndil – H71 32-26 (19-11)

Í hinari hálvinaluni, sum var ímillum KÍF og Neistan, endaði tað við javnleiki í Kollafirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder