Annað

Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Carl Eli Samuelsen (høgrumegin) koppaði í gjár Høgna Egilstoft Nielsen (vinstrumegin) á 2. borði í toppdystinum millum Havnina og Sandavág. Dysturin endaði javnur 2-2

Carl Eli Samuelsen (høgrumegin) koppaði í gjár Høgna Egilstoft Nielsen (vinstrumegin) á 2. borði í toppdystinum millum Havnina og Sandavág. Dysturin endaði javnur 2-2

2024-01-07 18:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talvsamband Føroya: Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár. 

Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

Havnarmenn vóru eitt stig fremri fyri innanhýsis dystin í gjár, og tann støðan broyttist ikki, tí dysturin endaði javnur.

Tað endaði javnt á fremsta og aftasta borði, og á miðborðunum fingu liðini hvør sín sigur. Eitt sindur óvæntað vann Havnin á øðrum borði og Sandavágur á triðja borði - hitt øvugta var kanska heldur væntandi.

Høgni grundaði djúpt og leingi um heldur spentu og kompleksu støðuna, sum kom upp á borðinum, og endin var, at tíðin gekk undan hjá honum í ógreiðari støðu. Carl Eli fekk her søta hevnd fyri snópisliga tapið fyri Høgna í FM-einstaklingakappingini á páskum í fjør, tá ið hann tapti í sera góðari støðu.

Silas kláraði at fáa vinnandi fyrimun í at síggja til javnari endastøðu. Ein kærkomin uppreisn hjá Silasi, sum mest hevur telvað á B-liði felagsins í vetur.

Rógvi Egilstoft fekk - sum so ofta fyrr - remis móti stórmeistaranum. Helgi og Rógvi telvaðu eitt fínt talv. Helgi offraði býtismun í miðtalvinum, leingi var líkt til, at tað fór at geva honum avgerandi fyrimun, men eftir drúgt og spennandi talv, endaði stríðið við javnleiki.

Sama var á fjórða borði.   Sjúrður og Jón telvaðu eisini báðir væl, men har stóð fast allan vegin, tó at nógvar snildir vórðu royndar at skaka javnvágina.

5. umfar, 5. januar 2024
Havnin    -    Sandavágur 2 - 2
Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft  ½ - ½
Carl Eli N. Samuelsen - Høgni Egilstoft Nielsen 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Silas Eyðsteinsson 0 - 1
Sjúrður Thorsteinsson - Jón í Horni Nielsen ½ - ½

Hinir dystirnir
Havnin 2 - Klaksvík 1 ½ - 3½
Klaksvík 2 - Sandavágur 2  2 - 2

Støðan í 1. deild (eftir 5 umfør):
1. Havnin 16½ stig
2. Sandavágur 15½
3. Klaksvík 11
4. Sandavágur B 8
5. Havnin B 5
6. Klaksvík B 4

Hinar deildirnar
Telvað var í øllum deildum í gjár. Í aðru.- og triðju deild eru liðini seks, í fjórðu deild eru tey tíggju, og í unglingadeildini níggju.

Støðan í 2. deild
1. Kollafjørður 13½
2. Kongshavn (Runavík) 10½
3. Klaksvík 9½

Støðan í 3. deild
1. Toftir 14½
2. Sandavágur 13½
3. Rókur 10 ½

Støðan í 4. deild 
1. Havnin 17
2. Klaksvík 15
3. Klaksvík 13

Unglingar
1.-3: 
Klaksvík 9
Gøta 9
Havnin 9

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Telvað verður aftur í landskappingini um tvær vikur. Tá koma dystirnir í sætta umfari fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder