Fult umfar í SMS-deildini hjá kvinnum varð leikt seinnapartin. Eitt heldur merkisvert var, at tveir dystir endaðu við javnleiki.
Seinasta vikuskifti tapti VB fyri Stjørnuni, tá botnliðið vitjaði í VB. Í dag var oddaliðið Kyndil í VB-høllini. Hóast Nadja Pejovic skoraði heili 13 mál, so vórðu tvey mál í seinastu tveimum minuttunum hjá teimum í grønum neyðug fyri at fáa eitt stig við aftur til høvuðsstaðin: VB var á odda 23-21, men so skoraði Pejovic tvær ferðir.
StÍF vitjaði Neistan og eisini í Høllini á Hálsi fingu liðini eitt stig hvør: Neistin skoraði 12 ferðir í fyrra hálvleiki og 8 í seinni - StÍF skoraði átta ferðir í fyrra hálvleiki og 12 ferðir eftir steðgin. Tá fýra minuttir restaðu í, legði Neistin seg á odda 20-17, men útiliðið stríddi seg til ein javnleik við trimum teimum seinastu málunum í dystinum.
Í Klakvík komu yvir 60 mál. H71 var á odda allan vegin, men Stjørnan hekk væl í so at siga allan dystin. Millum annað eydnaðist 7 ímóti 6 spælið hjá heimaliðnum fyri tað mesta heilt væl, men í hinum endnaum eydnaðist tað ikki støðga sterku baktekuni hjá H71. Serliga var 17-ára gamla Jana Mittún í hopla. Hon fekk 14 mál, og H71 nærkast Kyndli.
Myndir frá dystinum
Hetta var seinasta umfarið í deildini áðrenn steypakappingin av álvara fer í gongd næsta vikuskifti. Harvið verður ein støðgur fram til endan av februar.
Sunnudagin 10. januar:
Neistin - StÍF 20-20 (12-8)
Toppskjúttar: Haruka Gima 10 mál, Marjun Danberg 7 mál
VB - Kyndil 23-23 (14-13)
Toppskjúttar: Nadja Pejovic 13 mál, Helga Kjærbo 7 mál
Stjørnan - H71 29-33
Toppskjúttar: Jana Mittún 14 mál, Maria Halsdóttir Weyhe og Katrin Bertholdsen 8 mál
Støðan:
Kyndil 23 stig (14 dystir)
H71 21 stig (14 dystir)
Neistin 19 stig (14 dystir)
StÍF 14 stig (15 dystir)
VÍF 10 stig (13 dystir)
VB 9 stig (15 dystir)
Stjørnan 4 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald