Fótbóltur

Javnleikir hjá FCK og Manchester United

Alt er opið í fleiri uppgerðum. Inter setti seg tó í eina sera góða støðu, meðan tað sær trupult út hjá Ajax.

Martial skoraði málið hjá United í Brussel (Mynd: EPA)

Martial skoraði málið hjá United í Brussel (Mynd: EPA)

2020-02-20 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta teir fyrstu dystirnir í 1/16-finalunum í Evropa vóru av fyri løtu síðani.

Í Parkini byrjaði Celtic greitt betri, og tað burdi verið meira enn 1-0 eftir eitt korter, men í 2. hálvleiki var FCK betri. Tað eydnaðist tíðiliga í 2. hálvleiki Dame N' Doye at javna eftir upplegg frá vælleikandi Rasmus Falk. Eftir fyrsta VAR-dóm á danskari jørð nakrantíð fekk heimaliðið ein gyltan møguleika at leggja seg á odda í 78. minutti, men Fraser Forster fekk hondina á royndina frá Jens Stage. Harvið hevur skotska liðið fyrimunin undan seinna dystin.

[object Object]
Dame N'Doye javnaði fyri FCK

Manchester United spældi ikki nakran serliga góðan dyst í Belgia, men Anthony Martial tryggjaði liðnum hjá Solskjær eitt umráðandi útivallarmál, eftir eitt stórt verjumistak hjá Club Brugge. Heimaliðið kom á odda eftir eitt stórt mistak í vejrupartinum hjá United. 

[object Object]
Romelu Lukaku kom inn, legði upp til málið hjá Eriksen, og skoraði til 2-0 við brotssparki í yvirtíðini (Mynd: EPA)

Sevilla, ið hevur verið best í hesari kappingini í hesari øldini, fekk eitt brúkiligt úrslit í Rumenia. Ajax, ið hevur verið við í evropeiska oddinum seinastu kappingarárini, fekk einki útivallarmál í Spania Í Bulgaria skoraðu Christan Eriksen og innskifti Romelu Lukaku, og størsti favoritturin at vinna kappingina er á veg víðari.


Europa League 1/16-finalur: 
17.55
Cluj - Sevilla 1-1 (0-0)
Club Brügge - Manchester United 1-1 (1-1)
FCK - Celtic 1-1 (0-1)
Frankfurt - Salzburg 4-1 (2-0)
Getafe - Ajax 2-0 (1-0)
Ludogorets - Inter 0-2 (0-0)
Shakhtar - Benfica 2-1 (0-0)
Sporting Club de Portugal - Istanbul Basaksehir 3-1 (2-0)

Í gongd í løtuni:
20.00:
AZ Alkmaar - LASK
APOEL - Basel
AS Roma - Gent
Leverkusen - FC Porto
Olympiakos - Arsenal
Rangers - Braga
Wolfsburg - Malmö
Wolves - Espanyol

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder