Annað

Javnt talv í Dubai í dag

Magnus Carlsen er nú komin upp á 6,5 stig, og vantar nú bert ein sigur ella tvey jøvn talv fyri at endurvinna heimsmeistaraheitið.

Magnus Carlsen (Mynd: EPA)

Magnus Carlsen (Mynd: EPA)

2021-12-08 15:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russarin Ian Nepomniachtchi, sum tapti talvið móti norska Magnus Carlsen í gjár við einum pínligum mistaki, fekk eitt sindur av eini uppreisn í HM-kappingini í Dubai í dag, tá hann við hvítum fólki telvaði javnleik.

Men hann skal veruliga til at taka seg saman og vinna talvini, um hann skal gera sær vónir um ikki at tapa HM-dystin áðrenn tey fyrstu 14 langtalvini eru telvað.

Tí Magnus Carlsen er nú komin upp á 6,5 stig, og sostatt vantar honum bert eitt stig – tað er ein sigur ella tvey jøvn talv – fyri at koma upp á 7,5 stig og vinna kappingina.

Nú eru fýra talv eftir at telva. Í morgin er hvílidagur, og síðan eru trý talv á skránni fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, áðrenn 14. talvið er á skrá týsdagin.

Talvið í dag var ódramatiskt, og telvararnir samdust um remis tá teir høvdu flutt 41 leikir. Støðan var heilt jøvn á borðinum – tá høvdu teir fýra finnur yvir av hvørji aðrari og hvør sín riddara eftir umframt kongarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder