2020-09-30 22:05
- Tað eydnaðist ikki hjá Glenn og NSÍ at finna eina semju, um framhaldandi samstarv í ár og fyri 2021, og tískil valdi NSÍ at enda samstarvið við Glenn Ståhl, sigur NSÍ á heimasíðuni um orsøkina til, at sviin varð í gjár varð koyrdur til hús.
Og nú er greitt, at Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sum hava verið partur av venjaratoyminum í ár, taka yvir sum fyribilsvenjarar.
Tað váttar Dánial Hansen, formaður í NSí fyri tíðindasíðuni in.fo í kvøld.
NSÍ er á vitjan hjá AB á Argjum sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald