Undan kappingarárinum 2019 kom Jesper Brinck til KÍ úr Brabrand í triðbestu donsku deildini. Skjótt gjørdi krútsterki, skjóti og skilagóði verjuleikarin vart við seg, og tá ársins verjuleikari skuldi veljast í fjør, hevði Brinck næstflest atkvøður - bert liðfelagin Jóannes Kalsø Danielsen fekk fleiri.
Brinck kom á ársins lið, spældi 25 dystir í Betrideildini, og var partur av einum vejruparti, ið bert lat 19 mál inn.
KÍ vann føroyameistaraheitið, danin og KÍ samdust í desember í fjør um nýggjan eitt-ára sáttmála, og nú er enn ein slíkur komin uppá pláss. Partarnir settu í vikuskiftinum undirskrift á sáttmála, ið er galdandi fyri 2021.
Hetta kunngjørdi KÍ í gjár.
Síðani Heini Vatnsdal er komin til felagið, hevur 31-ára gamli Jesper Brinck fyri tað mesta spælt á vinstra bakki. Hann er annars miðverji og hevur higartil spælt 55 dystir fyri KÍ. Tann higartil størsti var í Gundadali 26. oktober í fjør, tá KÍ vann 3-0 á B36, í dystinum sum tryggjaði felagnum sítt fyrsta FM í 20 ár. Hósdagin er ein, helst, uppaftur størri dystur á skránni fyri Brinck og KÍ. Tá spælir KÍ í Dublin móti Dundalk. Vinnarin kemur í bólkaspæli í Europa League.
Fótbóltur
Jesper Brinck heldur fram í Klaksvík
Sterki 31-ára gamli danski verjuleikarin og KÍ hava undirskrivað sáttmála fyri kappingarárið 2021.
Jesper Brinck fegnast her saman við Deni Pavlovic, ið hevur lagt KÍ á odda 1-0 móti Dinamo Tbilisi á Tórsvølli. Danin legði upp til 2-0 málið í 6-1 sigrinum (Mynd: Sverri Egholm)
2020-09-28 09:32
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald