Fimm endaspøl á rað við heiðursmerki. Jesper Jensen hevur verið við at fingið danska kvinnulandsliðið upp móti heimstindinum eftir nøkur minni góð ár.
Skjótt endar tað. Jesper Jensen hevur sjálvur sagt stop: Hann ynskir ikki longur at standa á odda fyri "Håndboldkvinderne".
Sáttmálin millum partarnir gongur annars ikki út fyrrenn á sumri 2026. Tað er hondbólturin í gerandisdegnum - og kanska eisini nýggjar avbjóðingar - ið 47-ára gamli danin saknar.
- Eg havi í míni skjótt fimm ár sum landsliðsvenjari verið ógvuliga glaður fyri starvið, og tað eri eg sum so framvegis. Men eg noyðist samstundis at ásanna, at eg sakni hondbólt í gerandisdegnum. Eg sakni dagligu menningina og sparringina við spælarar og tað sjálvur at vera á hallargólvinum og síggja spælarar menna seg. Tí havi eg valt at støðga sum landsliðsvenjari.
Hetta sigur hann við danskhaandbold.dk, sum fyri løtu síðani er komið við tíðindunum.
Har harmast tey um, at Jesper Jensen stegðar men fegnast samstundis um, at hann "letur liðið aftur í betri standi", enn tað var frammanundan. Seks hálvfinalur, trý bronsuheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerki eru millum úrsltini seinastu fimm árini.
Gullið letur bíða eftir sær. Seinasti endaspælsdystur hjá Jesper Jensen var EM-finalan í desember, sum Noreg vann greitt.
Jesper Jensen var í fleiri ár settur venjari hjá Team Esbjerg, sum seinastu árini hevur verið tað mest vinnandi liðið í Danmark. Hann steðgaði har í summar - Dansk Håndbold ynskir ikki longur, at A-landsliðsvenjararnir hava størv í feløgum eisini. Jensen heldur fram nakrar mánaðir afturat, so fer hann eftir øllum at døma í nýtt starv. Danin er settur í samband við starvi í ungarska stórfelagnum Ferencváros (FTC).
Dagført: 12.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald