Fótbóltur

Jesus og reytt kort tryggjaðu City sigurin

Eitt skjótt mál, eitt uppá brotsspark og eitt reytt kort gjørdu at City aftur er fýra stig aftanfyri Liverpool.

2019-01-14 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í Premier League hetta umfarið varð leiktur á Etihad leikvøllinum í Manchester í kvøld. Tað var City, ið tók ímóti Wolves. Seinast meistararnir og upflytararnir hittust, endaði tað við 1-1 javneleiki.

City hevði tørv á, at vinna fyri at nærkast Liverpool aftur, og eftir tíggju minittur var Gabriel Jesus á rætta staðnum. Í 19. minutti gjørdist brekkan hjá útiliðnum tættari , tá Willy Boly fekk beinleiðis reytt kort fyri eina vandamikla takling. 

70 minuttir ímóti meistaraliðnum á útivølli er torført, og Jesus lukkaði í roynd og veru dystin eftir hálvan tíma, tá brasliumaðurin skoraði trygt uppá brotsspark. 

Restina av dystinum helt City nógv uppá bóltin og hevði fleiri møguleikar at økja. Hetta eydnaðist í 78. minutti, tá liðformaðurin hjá Wolves, Connor Coady gjørdi sjálvmál. Annars royndi útiliðið at syrgja fyri, at ósigurin ikki gjørdist ov stórur, og heimaliðið syrgdi fyri ikki at nýta ov nógva orku.

Dysturin um meistaraheitið er framvegis spennandi, nú Guardiola og hansara menn eftir niðurtúrin um jólini síggja sannførandi út.   

Støðan eftir 22. umfar: 
1
. Liverpool 57
2. Manchester City 53
3. Tottenham 48 
4. Chelsea 47
5. Arsenal 41
6. Manchester United 41 
7. Watford 32
8. Leicester 31
9. West Ham 31
10. Everton 30 
11. Wolves 29 *
12. Bournemouth 27 
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15: Burnley 21
16. Southampton 19
17. Cardiff 19
18. Newcastle 18
19. Fulham 14
20. Huddersfield 10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder