Eftir eitt á ymsan hátt buldraligt ár í Norðurmakedónia og Shkupi í 2024 kom Jóan Símun Edmundsson aftur til Akureyrar í fjør.
Í felagnum, har toftamaðurin eisini spældi í seinnu hálvu í 2023, spældi hann 23 landskappingardystir umframt ein evropeiskan dyst í 2025.
KA Akureyri endaði ovast í niðara endaspælinum í bestu íslendsku deildini (nummar sjey samanlagt). Í felagnum var man nøgdur við roynda føroyingin, og í dag hava partarnir gjørt ein nýggjan eitt ára sáttmála.
Sum skilst var aftur áhugi fyri Jóan Símuni í Føroyum í vetur, har dimma.fo og bolt.fo settu hann í sambandi við HB. Men yrkisleiðin uttanlands heldur á hjá 34-ára gamla áleyparanum.
Jóan Símun Edmundsson hevði fleiri góðar løtur á landsliðnum í góða árinum í fjør, har hann millum annað tók metið fyri tal av landsdystum á manslandsliðnum. Næstu ferð tekniskt sterki toftamaðurin spælir fyri Føroyar verður tað fyri 100. ferð.
![]()
Jóan Símun Edmundsson kom inn, tá tað var 0-0 á Gibraltar og var við at seta gongd á føroyska spælið. Nummar 14 var óheppin ikki at skora (Mynd: Sverri Eghom)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald