2020-10-31 16:50
Jóan Símun Edmundsson byrjaði á bonkinum, tá Bielefeld í dag tók ímóti stórfelagnum Dortmund.
Toftamaðurin varð skiftur inn tá ein tími var leiktur. Tá var støðan 1-0 til gestirnar, eftir at Mats Hummels hevði lagt Dortmund á odda í 53. minutti.
Tá tjúgu minuttir vóru eftir at leika var Hummels enn einaferð á blettinum og økti til 0-2, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Bielefeld liggur nummar 14 í Bundesliguni, við fýra stigum eftir seks dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald