Jóan Símun Edmundsson spældi nakrar søguligar minuttir í Skopje sunnudagin. 32-ára gamli toftamaðurin er fyrsti føroyingurin í norðurmakedónskum fótbólti, og júst farna vikuskifti spældi hann fyrsti almennu minuttirnar.
Les eisini:
Jóan Símun skal spæla í Norðurmakedónia
- Eg síggji fram til hesa nýggju avbjóðingina
Shkupi tók ímóti einum av lægru liðunum, Voska Sport, og stórfavoritturin sigraði eisini. Tað var 3-0, tá Jóan Símun kom á vøllin í 55. minutti. Harvið fekk landsliðsspælarin góðar 35 minuttir í beinini undan oddadystinum móti Struga leygardagin seinnapartin.
Júst Struga spældi málleysan javnleik sunnudagin, og harvið fóru Shkupi og Jóan Símun Edmundsson frammum. Eitt stig skilir liðini eftir 19 umfør.
Sambært heimasíðu felagsins skal føroyingurin vera ein lyklaspælari hjá liðnum, so spennandi verður hvussu stóran leiklut hann fær í oddadystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald