Jóan Símun Edmundsson ger meira og meira vart við seg í Norðurmakedónia. Ymisk viðurskifti gjørdu, at hann ikki var fastur maður fyrsti umførini í nýggja kappingarárinum, men í gjár byrjaði hann inni triðja dystin á rað hjá Shkupi.
Áleyparin skoraði eisini fyri aðru ferð seinastu tríggjar dystirnar í landskappingini og hevur nú fimm mál fyri felagið síðani 18. september, tá 33-ára gamli toftamaðurin gjørdi hattrikk í steypakappingini.
Tað var eftir seks minuttir í heimadystinum í gjár,, at Jóan Símun gjørdi bart. Føroyingurin fekk prikað eitt flatt innlegg víðari í málið við vinstra fótinum.
Málið sæst ovast - frá 0.35 í videobrotinum við ivasamari myndagóðsku.
Heimaliðið vann 3-1. Jóan Símun Edmundsson spældi til miðskeiðis í 2. hálvleiki og hevur nú skorað trý landskappingarmál fyri Shkupi - kappingin byrjaði miðskeiðis í august.
Harvið burdi áleyparin verið væl fyri til uppgávurnar fyri føroyska A-landsliðið í næstu viku. Føroyar taka hósdagin (10. oktober) móti Armenia og sunnudagin (13. okotber) móti Lettlandi. Neyðugt er við stigum í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting til Deild D í Nations League.
Sí eisini: A-landsliðið nógv at prógva í oktober
Jóan Símun hevur ikki skorað á A-landsliðnum í beint yvir tvey ár - Turkaland á Tórsvølli 25. september 2022. Føroyar hava heldur ikki vunnið kappingardyst síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald