Fótbóltur

Jóan Símun ikki í byrjanaruppstillingini

Føroyska liðið til dystin móti Rumenia er váttað. Eins og hevur verið at sæð til venjing í vikuni verður Jóan Símun Edmundsson spardur frá byrjan. Annars er liðið stórt sæð óbroytt í mun til seinasta dystin, ið var í Spania fyri mánaði síðani.

Jóan Símun Edmundsson hevur vant við í vikuni, men venjaratoymið hevur valt, at álopskendi leikarin ikki verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson hevur vant við í vikuni, men venjaratoymið hevur valt, at álopskendi leikarin ikki verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-12 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lars Olsen gjørdi tíðliga í vikuni greitt, at ætlanin var at spæla við leikskipanini, sum í stóran mun eydnaðist væl í Spania. Talan er um 5-4-1 í verjustøðu og 3-4-3 í álopsstøðu.

[object Object]
Gilli Rólantsson er aftur til reiðar at dystast við rumenar (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til tann dystin er Gilli Rólantsson við aftur, og tvøramaðurin byrjar á høgra vongbakki. Hetta merkir at Sølvi Vatnhamar verður fluttur fram á høgru síðu á miðvøllinum; ella sum tann høgri 10'arin. Hetta plássið røkti Jóan Símun Edmundsson í Gijón, men toftamaðurin í Bielefeld er framvegis darvaður av knænum, og skiftið frá grasi til grasiki ger ikki støðuna betri. At 28-ára gamli dygdargóði álopskendi leikarin verður spardur til dystin móti Malta er ikki so løgið. Jóannes Bjartalíð fær afturval, og klaksvíkingurin byrjar inni á fyrsta sinni á heimavølli. Toppskjúttin í føroyskum fótbólti verður aftur fremsti maður.

Alt hetta tyktist vera greit til venjingina hósmorgunin

 

Føroyska liðið móti Rumenia: Gunnar Nielsen - Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson - Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð Klæmint Andrasson Olsen.

Á bonkinum verða Teitur Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Rumenia verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00. Vit vera á Tòrsvølli í kvøld, har vit dagføra frá dystinum, taka samanum og hava myndir og viðmerkingar. 

Sí eisini: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder