Fótbóltur

Jóan Símun skoraði hattrikk uppá 27 minuttir í steypakappingini

Føroyski landsliðsáleyparin gjørdi bart, tá Shkupi vann stórsigur á liði úr lægri deild í Norðurmakedónia.

Jóan Símun Edmundsson í landsdystinum í Lettlandi í síðstu viku. 33-ára gamli toftamaðurin hevur nú 91 landsdystir fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson í landsdystinum í Lettlandi í síðstu viku. 33-ára gamli toftamaðurin hevur nú 91 landsdystir fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-19 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Shkupi vitjaði seinnapartin í gjár Xhepcishti, sum vanliga spælir í triðbestu deildini í Norðurmakedónia. Talan var um 1/16-finalu í steypakappingini.

Jóan Símun Edmundsson er ikki byrjaður inni í nøkrum landskappingardysti hjá Shkupi síðani sumamrferiuna. Sum heild hevur ikki gingist so væl við málskjótingini hjá føroyska landsliðsáleyparanum í Norðurmakedónia .

Í gjár byrjaði toftamaðurin tó inni, og eftir 27 minuttir hevði royndi áleyparin gjørt hattrikk. Hann skoraði til 1-0, 3-0 og 4-0.

Umráðandi fyri Jóan Símun hóast hetta var móti liði á væl lægri stigi. Hann kom eisini inn og tyggjaði Shkupi javnleik í 1. umfari í landskappingini, og harvið hevur føroyingurin fýra mál í kappingarárinum.

Shkupi víðari til áttandapartsfinalurnar - í landskappingini hevur liðið fimm stig fyri fimm dystir. Sunnudagin er trupul útidystur móti Struga á skránni. So er spurningurin, um Jóan Símun Edmundsson fær møguleikan aftur tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder