Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Jákup Biskopstø Andreasen og nú Jóannes Kalsø Danielsen.
Hesir fýra, sum allir hava verið lyklaspælarar hjá KÍ í fýra ár (Árni) ella nakað longur enn tað, stóðu uttan sáttmála til næsta ár fyri góðum mánaða síðani. Síðst í september vórðu Árni og Páll kunngjørdir dag um dag, og soleiðis er eisini nú við teimum meira verjukendu og nakað yngri Jákupi og Jóannesi.
Sí eisini: Jákup Biskopstø Andreasen bindur seg til barndómsfelagið
Eins og eitt-ára yngri liðfelagin, hevur Jóannes Kalsø Danielsen skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, sum er galdandi til og við 2026.
- KÍ er ein ótrúliga góður felagskapur við fantastiskum samanhaldi og so eri eg sannførdur um, at útlit og umstøður gera, at eg framhaldandi kann menna meg til ein enn betri fótbóltsspælara.
Soleiðis sigur Jóannes við ki.fo, tá hann verður spurdur um, hví hann nú hevur valt KÍ fram um aðrar møguleikar.
Páll Andrasson Klettskarð og Jóannes Kalsø Danielsen í ovfarakæti eftir týðandi mál í Gundadali. Báðir halda fram í kongabláum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var uppá tal, at Jóannes aftur skuldi fara til Danmarkar, har hann var og royndi seg í fyrru hálvu í 2022. Tað var í Næstved.
Annars hevur Jóannes Danielsen bert umboðað KÍ sum felag, og landsliðsbakkurin verður helst framhaldandi lyklaspælari.
- Jóannes fekk fyrstu minuttirnar á besta mansliðnum 17 ára gamal í Gundadali í 2015. Eftir uppaling sum álopsleikari bleiv hann umskúlaður til høgra vongbakk og hevur síðan verið ein av støðugastu leikarunum á liðnum - í alt skrásettur fyri 193 dystir í meistardeildini, 41 UEFA-dystir og 15 A-landsdystir(...) KÍ fegnast um, at Jóannes er í kongabláu troyggjuni tvey ár fram, skrivar ki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald