2019-03-23 13:44
Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Malta, sum verður á Ta’ Qali Stadion á Malta leygardagin klokkan 17, føroyska tíð.
Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum er eingin ivi um, at Føroyar fara eftir at vinna ímóti Malta. Men Jóannes Jakobsen leggur eisini stóran dent á, at tað verður ikki nøkur løtt uppgáva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald