Fótbóltur

Jóannes Kalsø Danielsen er nú úttikin

KÍ-bakkurin hevur fingið boðini í dag og er harvið aftur á landslið eftir næstan tvey ár burtur. Hanus Sørensen er skaddur.

Jóannes Kalsø Danielsen hevur spælt allar átta evropeisku dystirnar fyri KÍ í ár - her í Tiraspol í gjár. Hann hevur níggju A-landsdystir á baki (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Kalsø Danielsen hevur spælt allar átta evropeisku dystirnar fyri KÍ í ár - her í Tiraspol í gjár. Hann hevur níggju A-landsdystir á baki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-01 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin varð A-landsliðið til EM-undankappingardystirnar í næsta mánaða úttikið. Tá var eitt pláss ikki heilt fylt út millum útispælararnar.

René Shaki Joensen kann væl spæla plássið sum høgri bakkur, men er sum so úttikin sum miðvallari. Tvøramaðurin í Vejle, Gilli Rólantsson Sørensen, var tann einasti, sum varð úttikin beinleiðis sum høgri bakkur.

Seinastu ferðirnar hevur Hanus Sørensen úr HB verið við, men hoyvíkingurin er darvaður av skaða í lærkrikanum (lyskuni) og hevur ikki spælt síðstu dystirnar hjá HB. Bíðað varð eftir hansara støðu, men hon er ikki so góð, og nú er greitt, hvør skal “avloysa” Hanus.

[object Object]
Hanus Sørensen fekk sín fyrsta landsdyst í november í fjør - venjingardystur í Kekkia. Móti Albania á Tórsvølli í juni byrjaði hann eisini inni, men er hann ikki tøkur nú (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um 25-ára gamla Jóannes Kalsø Danielsen. Hann hevur spælt í øllum teimum evropeisku dystunum hjá KÍ í summar - er byrjaður inni í øllum uttan tí fyrsta, tá hann var sjúkur - og hevur sum heild staðið sterkur í myndini. Eisini í play-off dystinum í gjár spældi Jóannes 90 minuttir.

Hann fekk sín fyrsta A-landsdyst í 1-0 sigrinum á Malta í 2019, har høgri bakkurin spældi fullan dyst. Talan var um EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Jóannes hevur als ikki verið í landsliðshópinum av ymsum orsøkin síðani í oktober 2021 - mest tí aðrir eru tiknir frammum.

[object Object]
Jóannes Danielsen í dystinum móti Malta í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í dag hevur Jóannes Kalsø Danielsen so fingið boðini frá Håkani Ericson, at hann skal við hesa ferð. Landsliðshópurin savnast mánadagin og fer til Póllands týsdagin. Dysturin har verður hósdagin 7. september. Sunnudagin 10. september vitjar Moldova á Tórsvølli.

Útfrá øðrum upplýsingum frá Portalinum er framvegis góður møguleiki fyri, at Teitur Matras Gestsson verður triðji málverjin, sum verður úttikin. Royndi HB-málverjin hevur vant aftur í vikuni og hevur tað gingið væl.

Hópurin til dystirnar móti Póllandi (7. september) og Moldova (10. septbember)

Málverjar: 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Ein skal við afturat


Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB

Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (DK)
Andras Edmundsson MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder