Í gjár, 17. oktober, var nevndarval í Skála Ítróttarfelag. Summi fótbóltsfeløg eru farin at gera hetta nú: At fáa nevndina uppá pláss áðrenn veturin ístaðin fyri á einum aðalfundi tíðliga í einum nýggjum ár - og harvið styttri áðrenn eitt nýtt kappingarár byrjar.
ÍF er eitt annað. Á Skála vórðu í gjár nakrar broytingar framdar.
Heimasíða felagsins skrivar, at tríggir limir í starvsnevndini tóku við afturvali, meðan tríggir takkaðu fyri seg: Teir eru Jógvan Andersen, Petur Anker Poulsen og Steingrím Jacobsen. Síðstnevndi heldur tó fram sum fyrisitingarfólk í felagnum.
Sí eisini: Steingrím settur sum fyrisitingarfólk hjá Skála ÍF
Trý nýggj fólk eru komin ístaðin: Jóna E. Zachariassen, Jakob Lind Jakobsen og Eyvindur Jacobsen. Síðstnevndi er tiltakslimur - harvið er nevndin fullmannað. Hon er eisini skipað, og greitt er at Jóannes Prestá tekur eitt ár afturat sum formaður:
Nevndin hjá Skála
Jóannes A. Prestá, formaður
Jóna E. Zachariassen, næstforkvinna
Rókur V. Nilssen, nevndarlimur
Sveinur Ellefsen, nevndarlimur
Jakob Lind Jakobsen, nevndarlimur
Eyvindur Jacobsen, tiltakslimur
Jóna E. Zachariassen, Sveinur Ellefsen, Jóannes A. Prestá, Jakob Lind Jakobsen og Rókur V. Nilssen. Eyvindur Jacobsen vanta á myndini (Mynd: skalaif.fo)
Nevndin hevur fingið heimild at seta ein nevndarlim afturat, soleiðis at hon verður fullmannað. Hetta ætlar Skála at fáa uppá pláss skjótt
Skála skrivar eisini, at limirnir hava fingið ymisk umsjónarøki:
Umboðan og fyrisiting: Jóannes A. Prestá
Fíggjarviðurskifti: Jakob Lind Jakobsen
Fótbóltur vaksin: Sveinur Ellefsen
Fótbóltur ung: Jóna E. Zachariassen
Stuðlar og tiltøk: Rókur V. Nilssen
Fundurin gav nýggju starvsnevndini heimmild at seta eina ungdómsnevnd. Hon bleiv ikki mannað á fundinum, skrivar skalaif.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald