Fótbóltur

Jóannes spælir við KÍ fram til summarsteðgin í fyrstu syftu

Landsliðsbakkurin fer ikki til Danmarkar, har hann skal undir lesnað, heilt enn.

Jóannes Kalsø Danielsen í viðtalu við Portalin eftir FM var komið í hús í 2019

Jóannes Kalsø Danielsen í viðtalu við Portalin eftir FM var komið í hús í 2019

2021-01-16 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ein ávís óvissa um framtíðina hjá Jóannesi Kalsø Danielsen í vetur. 23-ára gamli bakkurin varð útbúgvin sum eletrikari í fjør, og hevur ætlanir um at far til Danmarkar fyri at fara undir víðari lesnað, og tað lá í kortunum, at Jóannes skuldi fara nú í januar.

Hetta verður tó ikki heilt enn - heimasíðan hjá KÍ skrivar seinnapartin, at Jóannes Danielsen hevur nú tikið avgerð um at bíða við at fara niður at lesa, tí tað enn er stór óvissa viðvíkjandi Covid19 farsóttini.

- Vit í KÍ eru sjálvsagt sera fegin um hesa avgerð og gleðast um at hava Jóannes í hópinum í eina tíð aftrat.


[object Object]Mynd: Sverri Egholm

KÍ og Jóannes K. Danielsen hava nú gjørt ein eitt-ára sáttmála. Hann verður í Klaksvík til summarsteðgin í fyrstu syftu, og síðani verður nýggj støða tikin, hevur Portalurin fingið upplýst. 

Jóannes Danielsen hevur seinastu trý árini spælt hvønn tann einasta dyst fyri KÍ í Betrideildini og næstan allar minuttirnar. Kviki og ágangandi bakkurin hevur samanlagt spælt 128 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum og hevur skorað ellivu mál. Jóannes hevur eina FM gull medalju og hevur verið við til at spælt KÍ víðari fýra ferðir í Europa League. Fyrrverandi vongurin varð kosin til ársins verjuleikara í 2019. 

Tað snýr seg eisini um hjá Jóannesi at finna tí røttu fótbóltsavbjóðingina við síðuna av lesnaðinum uttanlands - hetta fyri at millum annað halda plássinum á landsliðnum, sum hann hevur umboaðað sjey ferðir. Ætlanin var, at Jóannes Danielsen skuldi til nakrar royndarvenjingar í Danmark í november, men tað varð av ongum. Í dag var hann á liðnum hjá KÍ, ið vann 3-0 á B68 í fyrsta venjingardystinum, og hann heldur fram í barndómsfelagnum eina tíð afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder