Hondbóltur

Jóhan á Plógv aftur úttikin til danska landsliðið

31 ára gamli havnarmaðurin verður á danska landsliðnum, sum í januar skal spæla EM-endaspæl.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-18 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá donsku heimsmeistararnir og olympisku meistararnir luttaka til EM-endaspælið í hondbólti í januar, verður tað við havnarmanninum Jóhan á Plógv Hansen á liðnum.

Danski EM-hópurin er úttikin í dag.

31 ára gamli vongurin spældi fyrsta landsystin á danska A-landsliðnumí 2015, og hevur síðan tá verið við til at vunnið HM-gull fýra ferðir á rað, OL-silvur, EM-bronsu og EM-silvur.

Tað er skiftandi við spælitíð hjá Jóhan á Plógv Hansen, men hann er so við aftur hesaferð.

Jóhan á Plógv vendi í ár aftur til danskan hondbólt eftir fimm ár í týskum hondbólti. Hann var toppskjútti í fjórðingsfinaluni í steypakappingini móti Óla Mittún og GOG mikukvøldið við tíggju málum. Kortini vann GOG dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder