Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen og BSV vunnu frálíkan útisigur í Champions League

Bjerringbro-Silkeborg vann við fýra málum í fyrra playoff-dystinum í Champions League.

2019-02-24 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri at røkka áttandapartsfinaluni í Champions League skulu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir basa Wilsa Plock úr Póllandi yvir tveir dystir. Plock var favorittur undan fyrru uppgerðini í Póllandi í gjár, men liðið av Jútlandi gjørdi bart og vann 26-22.

BSV var á odda tað mesta av fyrra hálvleiki, men í steðginum var 12-12. Í 2. hálvleiki helt verjan Plock frá at skora í yvir tíggju minuttir, og nú Nikolaj Markussen er burtur, so tóku aðrir á útiliðiðnum ábyrgd í álopspartinum. Slovenski Sebastian Skube skoraði heili 9 mál og Nikolaj Øris skoraði 7 ferðir. Við góða sigrinum liggur BSV nú væl fyri til at koma víðari.

Jóhan á Plógv hevur verið sera væl fyri síðani HM og skorað 31 mál í seinastu fýra dystunum í bestu donsku deildini. 24-ára gamli vongurin hevur skotið 65 mál í Champions League í ár; í gjár skoraði hann trý mál fyri Bjerringbro-Silkeborg. 

Seinni dysturin millum BSV og Wisla Plock verður leiktur í Danmark 3. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder