Honbóltskappingarárið í Danmark er farið í gongd, og í 1. umfari vóru Jóhan á Plógv Hansen og Bjerringbro-Silkeborg á vitjan í Skanderborg. Tað var har, at Jóhan royndi seg og menti seg fyrstu tíðina í Danmark.
Vongurin fór síðani til Bjerringbro-Silkeborg, og í gjár var hann týðandi partur í trygga sigrinum 36-25 hjá BSV. Útiliðið var á odda 18-10 í hálvleikinum
Jóhan á Plógv Hansen skoraði flest mál av øllum á vøllinum, og tað var serliga uppá brotskøst, at hann fekk nógv burturúr. Jóhan skoraði níggu mál - sjey av teimum komu úr sjey metrum.
Næsti dystur hjá Bjerringbro-Silkeborg verður mánakvøldið á heimavølli móti SønderjyskE.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald