Hondbóltur

Jóhan á Plógv toppskjútti í heimasigri

Føroyski vongurin hjá Bjerringbro-Silkeborg skoraði níggju mál, tá hann og liðið reisti seg í gjár.

Jóhan á Plógv var toppskjútti í uppgerðini í gjárkvøldið
(Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv var toppskjútti í uppgerðini í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-03-09 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen og BSV tóku ímóti KIF Kolding í gjárkvøldið. Heimaliðið skuldi reisa seg eftir stóra vónbrotið mikukvøldið, tá liðið fall saman móti Wisla Plock, og varð sligið út av Champions League

Í hálvleikinum var KIF Kolding á odda, men BSV kom sera væl út eftir steðgin og var skjótt á odda við fýra málum. Útiliðið kom niður á -2 ímóti endanum, men Jóhan og liðfelagarnir tóku sigurin.

Eins í fleiri av dystunum í 2019 var Jóhan Hansen sera eyðsýndur, og 24-ára gamli vongurin gjørdist topppskjútti í dystinum við níggju málum. Jóhan heldur fram at vera umráðandi fyri BSV, ið nú liggur á 3. plássi. Hann bankar eisini framvegis uppá til danska landsliðshópin, ið verður úttikin skjótt. 

Bjerringbro/Silkeborg - KIF Kolding 33-30 (14-15)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder