Hondbóltur

Jóhan á Plógv við í danska OL-hópinum

Nikolaj Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur kunngjørt teir 14 leikararnar í hópinum í dag.

Jóhan á Plógv Hansen í donsku landsliðstroyggjuni

Jóhan á Plógv Hansen í donsku landsliðstroyggjuni

2021-07-01 11:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski landsliðsvenjarin í hondbólti fyri menn, Nikolaj Jakobsen, hevur í dag kunngjørt nøvnini á teimum 16, sum skulu verja OL-meistaraheitið, tá leikirnir verða í Tokyo seinni í summar. Og teirra millum er føroyingurin í týsku bundesliguni, Jóhan á Plógv Hansen.

14 leikarar eru úttiknir til hópin umframt tveir, sum skulu vera klárir at traðka til sum eykamenn.

Teir 14 úttiknu eru umframt føroyingin Jóhan á Plógv Hansen hesir: Niklas Landin, Kevin Møller, Magnus Landin, Magnus Saugstrup, Lasse Svan, Henrik Møllgaard, Mads Mensah, Henrik Toft Hansen, Mikkel Hansen, Morten Olsen, Lasse Andersson, Jacob Holm og Mathias Gidsel.

Eykamenninir eru Emil Jakobsen og Simon Hald.

OL-kappingin byrjar 24. juli, tá Danmark skal spæla móti vertunum úr Japan í byrjanar- ella setanardystinum. Síðan verða dystir annan hvønn dag. Hini londini í bólki við Danmark og Japan eru Egyptaland, Bahrain, Portugal og Svøríki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder