Eftir úrslitið í fyrra dystinum í Malmö Arena var greitt, at Ungarn fer víðari úr bólki E við tveimum stigum, Íslandi fer eisini víðari, men við ongum stigi, og Danmark ikki fór at hava nakran møguleika spæla seg víðari.
Ísland ikki stig við víðari - Danmark er úti av EM
Hetta hevur skelkað danska og evropeiska hondbóltsheimin. Eftir eitt óvanliga sannførandi heimsmeistaraheitið hjá Danmark sær fyri einum ári síðani og fyri tað mesta góð avrik síðani, var liðið hjá Nikolaj Jacobsen størsti favoritturin til at vinna EM. Undan kappingin sá breddin sera sterk út, men seinastu fyrireikingarnar vórðu órógvaðar av skaðum til umráðandi leikarar og ivamál. Í fyrsta dystinum vann Ísland á Danmark eftir sera tættan og spennandi dyst, og eitt vánaligt danskt avrik móti Ungarn endaði við einum javnleiki.
At Ungarn vann á Íslandi gjørdi, at Danmark einki hevði at spæla fyri tá heimasmeistararnir fóru á vøllin móti Russlandi. Fyrstu minuttirnar koyrdi álopsspælið hjá dønum væl, men so komu eitt hav av tekniskum feilum, og tað líktist dystinum móti Ungarn. Danski verjuparturin hekk heldur ikki saman, og russar vóru á odda við trimum í steðginum
Hans Lindberg hevði skorað nøkur mál í dystinum, men eisini brent opnar møguleikar. 38-ára gamli toppskjúttin í Bundesligaini hevði spælt allar minuttirnar í kappingini, tá hann móti endanum av 1. hálvleiki varð avloystur av Jóhan á Plógv Hansen. Føroyski vongurin hevði ikki nakað skot í 1. hálvleiki, men gjørdi væleydnaðan flúgvara saman við Mikkel Hansen.
Danmark byrjaði sera væl eftir steðgin. Átta mál teir fyrstu níggju minuttirnar, og Jóhan á Plógv kom eisini væl í gongd við tveimum góðum málum: Tað fyrra eftir at hann var rímiliga kroystir í skotstøðuni, og tað seinna har Bjerringbro-Silkeborg vongurin í einum lobbaði og skrúaði uppum russiska málverjan. So skifti Russland málverja, og Jóhan brendi í kontraálopi og brendi úr spískum. 24-ára gamli høgri vongurin kastaði eisini einaferð bóltin mitt til ein mótleikara, ið vardi álopskent, og so var mál til Russland.
Tað leikaði javnt á eina góða løtu, men seinastu løtuna trektu danir frá. Jóhan á Plógv kom eisini fyri seg og skoraði tvær ferðir trygt, tá hann fekk pláss. Hann fann eisini aftur nummar 24 við einum flúgvara. Danmark fekk sín sigur, men hetta var bert eitt heilt lítið plástur á sári. Hetta er fyrstu ferð síðani HM í 2005, at Danmark verður sligið úr eftir eitt bólkaspæl í einum endaspæli.
Bólkur E:
Ísland - Ungarn 18-24 (12-9)
Russland - Danmark 28-31 (12-15)
Endaliga støðan:
Ungarn 5
Ísland 4
Danmark 3
Russland 0
Í morgin byrjar millumumfarið:
Bólkur 1:
Kroatia 2
Spania 2
Eysturríki 2
Kekkia 0
Týskland 0
Hvítarussland 0
Í morgin:
15.00: Spania - Kekkia
17.15: Kroatia - Eysturríki
19.30: Hvítarussland - Týskland
Bólkur 2:
Noreg 2
Slovenia 2
Ungarn 2
Ísland 0
Svøríki 0
Portugal 0
Byrjar fríggjadagin
Hondbóltur
Jóhan fekk stóran hálvan tíma í EM og skoraði fýra mál
Danmark vann við trimum málum á Russlandi í einum, á pappírinum, týdningarleysum dysti.
(Mynd: Sverri Egholm)
2020-01-15 21:46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald