Hondbóltur

Fult umfar: Jóhan og Danmark aftur í eldin í kvøld

Mótstøðan hesuferð er Saudi Arabia, og møguleikin fyri nógvari spælitíð til føroyingin er góður.

Danska landsliðið við Jóhan á Plógv Hansen er stórfavorittur í Herning í kvøld
(Mynd: EPA)

Danska landsliðið við Jóhan á Plógv Hansen er stórfavorittur í Herning í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-14 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll liðini hava nú spælt tvær ferðir í HM-endaspælinum í Danmark og Týsklandi. Flestu av favorittunum hava verið sannførandi og hava fingið fýra stig. 

Undan 3. umfarið er tað mest spennandi í bólki D. Øll 24 liðini skulu spæla í dag; helvtin av liðunum vóru eisini í eldinum í gjár. 

Ísland spælir um eina løtu, og okkara grannatjóð fyri vestan hevur tørv á at vinna eftir tveir ósigrar í teimum fyrstu dystunum. Íslendingar noðyast at vinna teir seinastu tríggar dystirnar í bólkaspælinum.

Í kvøld fær Jóhan á Plógv Hansen allarhelst aftur møguleikan at vísa seg fram í einum endaspæli. Føroyingurin, ið skoraði tvey mál uppá eitt korter leygarkvøldið, kann fáa nógvar minuttir ímóti Saudi Arabia. Lasse Svan Hansen er ímillum teir á danska liðnum, ið hevur leikt flest minuttir higartil, og TV2 skrivar, at Nikolaj Jacobsen fer at rotera meira og geva øðrum leikarum nógvar minuttir í dag. Danmark spælir longu aftur í morgin, og tá er tað ein á pappírinum truplari uppgáva ímóti Eysturríki.

24-ára gamli Jóhan á Plógv var sera fegin leygarkvøldið, og segði at tað var ein ótrúlig uppliving, ið hann hevði droymt um. Havnarmaðurin og hinir á danska liðnum spæla í Herning í kvøld. Fyrsta bríksl er klokkan 19.15, og dysturin kann síggjast á DR1.

Bólkur A: 
Týskland 4
Frakland 4
Russland 3

Serbia 1
Brasila 0
Korea 0

14.30: Serbia - Brasilia
17.00: Russland - Týskland
19.30: Frakland - Korea

Bólkur B: 
Spania 4
Makedónia 4
Kroatia 4
Ísland 0
Japan 0
Bahrain 0

14.30: Ísland - Bahrain
17.00: Kroatia - Makedónia
19.30: Spania - Japan

Bólkur C:
Danmark 4
Norra 4
Eysturríki 2
Kili 2
Saudi Arabia 0
Tunesia 0

14.00: Tunesia - Kili
16.30: Norra - Eysturríki 
19.15: Danmark - Saudi Arabia

Bólkur D: 
Svøríki 4
Ungarn 3
Qatar 2
Angola 2
Argentina 1
Egyptaland 0

14.30: Ungarn - Qatar
17.00: Argentina - Egyptaland
19.30: Svøríki - Angola 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder