Hondbóltur

Jóhan og Danmark skulu stríðast fyri OL-gulli seinnapartin

Eins og í Rio í 2016, hittast Danmark og Frakland í mansfinaluni. Fyrsta bríksl í Tokyo verður klokkan 13.

Mikkel Hansen eftir hálvfinaluna, har hann skoraði tólv mál. Nummar 24 er greiður toppskjútti í kappingini, og hann og liðfelagirnir eru uppsettir uppá, at endurvinna gull fyri Danmark (Mynd: EPA)

Mikkel Hansen eftir hálvfinaluna, har hann skoraði tólv mál. Nummar 24 er greiður toppskjútti í kappingini, og hann og liðfelagirnir eru uppsettir uppá, at endurvinna gull fyri Danmark (Mynd: EPA)

2021-08-07 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2008 og 2012: Frakland. 2016: Danmark.

Á teimum seinastu trimum olympisku leikunum hava les Experts - teir fronsku serfrøðingarnir - spælt finalu. Tað var í Bejing fyri trettan árum síðani at leikararnir - Karabatic, Narcisse, Fernandez, Omeyer, Abalo, Dinard og hinir fóru at kalla seg sjálvar hetta. Ísland kom ógvuliga óvæntað í finaluna, ið fraklendingar tó vunnu trygt. Fýra ár seinni - í London - megnaði Frakland at knógva Svøríki.

Sviar taptu bert við einum máli. Í fjórðingsfinaluni høvdu teir í gulum og bláum bast grannunum fyri vestan. Fýra ár seinni var tað Danmark, ið stóð í finaluni móti Fraklandi, og Mikkel Hansen og hinir forðaðu frakleningum í at vinna á triðja sinni. 28-26 sigurin var søguligur: Talan var um fyrsta OL-gulli hjá danska manslandsliðnum í hondbolti.

Síðani hava danir vunnið HM tvær ferðir - seinast í januar. Hetta hevur verið við Nikolaj Jacobsen sum oddamanni - í 2016 var íslendingurin Guðmundur Guðmundsson venjari, og tað var eisini hann, sum førdi Ísland í finaluna í 2008. Nú hava danir av álvara møguleika at staðfesta støðuna sum besta landsliðið í heiminum: Um danir vinna á Fraklandi í Tokyo seinnapartin so hevur liðið vunnið tvey OL gull á rað, umframt tey seinastu HM-endaspølini.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen hevur verið við til at vunnið tvey HM-gull - hann hevur tó ikki verið á vøllinum í einari finalu fyri Danmark enn (Mynd: Sverri Egholm)

Gullrøðin kann á ein hátt fulfíggjast í januar, um danir vinna EM, men fyrst er fokus á finaluna í dag. Danmark er favorittur. Talan er ikki ein heilt stóran favoritt, men leikluturin er tó greiður hjá heimsmeistarunum.

Bæði liðini vunnu fýra útav fimm dystum í bólkaspælinum, har Frakland hevði eitt sindur truplari mótsstøðu. Í knock-out dystunum hava danir verið noyddir at koma framvið Noreg og Spania. Frakland hevði ongar trupulleikar av Bahrain í fjórðingsfinaluni, og í hálvfinaluni endaði tað, eins og hjá Danmark, við 27-23 sigri.

Les eisini: Hondbóltu: Frakland og Danmark í OL-finaluni

Frakland hevur framvegis Nikola Karabatic og aðrar royndar leikarar, men talan er annars um fleiri spenanndi yngri leikarar á liðnum. Tað er tað eisini hjá Danmark - serliga við Mathias Gidsel á høgra bakki. Klokkan 13 føroyska tíð - 21.00 lokala tíð - verður bríkslað í gongd í Yoyogi National Gymnasium í Tokyo. Sermerkta høllin verður karmur um eina áhugaverda finala, har ymisk søga verður skrivað. Millum annað verður Jóhan á Plógv Hansen fyrsti føroyingur, ið fær eina OL-medalju. Spurningurin er bara, hvat metal talan verður um hjá 27-ára gamla vongleikaranum, sum er uppvaksin í Tórshavn og í Kyndli, og hjá Mikkel Hansen og hinum liðfeløgunum

dr.dk hevur skrivað eina grein um støðuna og ta søguliga hjá Jóhan

Finalan kann millum annað síggjast á DR1 og í KVF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder