Danska liðið var ikki eins sannførandi sum í undanfarnu dystum, men tað gjørdist talan um ein sigur við 12 málum ímóti Saudi Arabia. Jóhan á Plógv Hansen fekk nógva spælitíð. Føroyingurin spældi seinna helmingin av fyrra hálvleiki og allan seinna hálvleik á høgra vongi.
Nikolaj Jacobsen hevði valt at byrja við lyklaleikarunum úttanfyri. Niclas Landin kom inn í málið stutt inn í 2. hálvleik, tí Jannick Green ikki hevði ein góðan dag, og Landin tók helmingina av skotunum. Rasmus Lauge kom inn stutt fyri hálvleik og var við at fáa danska spælið at koyra, Mikkel Hansen kom bert inn fyri at skjóta brotskøst (skoraði trygt uppá øll trý) og í einum yvirtalsálopi, har hann legði upp. René Toft spældi ikki yvirhøvur. Lasse Svan byrjaði tó inni, og Jóhan á Plógv Hansen var á bonkinum.
Danmark byrjaði ikki við somu ferð og dygd sum í tveimum teimum fyrstu dystunum. Saudi Arabia var væl við fyrstu minuttirnar, áðrenn Danmark trekti frá miðskeiðis í hálvleikinum. Um tað mundið kom Jóhan á Plógv Hansen inn, og havnarmaðurin skoraði flott úr spískum við sínari fyrstu roynd. Hann skeyt uppum stutt eftir hetta, tá hann slapp í mótálop.
Saudi Arabia kom væl út eftir steðgin, og tað stóð 18-16, tá Danmark traðkaði á speedaran. Jóhan á Plógv tók ábyrgd hesa løtuna og var við at økja um leiðsluna við góðum málum. Fjórða málið hjá føroyingum var eitt sera hegnisligt lobb. Jóhan brendi tó tvær ferðir í 2. hálvleiki, og endaði harvið á fýra málum uppá sjey skotroyndir. Ein góður dystur hjá vonginum úr Bjerringbro-Silkeborg, har hann fekk virðismiklar minuttir í einum HM-endaspælinum.
Danmark vann at enda ein stórsigur. Magnus Landin var í dag einsmallur á vinstra vongi, og tað loysti hann væl. Hann gjørdist toppskjútti í dystinum við 8 málum, og gjørdi tað gott tá hann fór at spæla 1`ari í verjuni. Hetta var við at steðga Saudi Arabia í álopspartinum, og Landin yngri varð valdur til dagsins leikara.
Danmark og Jóhan á Plógv Hansen spæla aftur í morgin. Tá er mótstøðuliðið Eysturríki, og tann dysturin byrjar klokkan 19.45.
Danmark - Saudi Arabia 34-22 (17-11)
Hondbóltur
Jóhan skeyt fýra mál í tryggum donskum sigri
Danmark vann aftur stórsigur í Herning í kvøld, har Jóhan á Plógv Hansen spældi trý korter.
(Mynd: EPA)
2019-01-14 20:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald