Hondbóltur

Jóhan skoraði tvær ferðir í danskari HM-upphiting

HM-kappingin byrjar 10. januar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-01-04 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska manslandsliðið í hondbólti hitaði í gjárkvøldið upp til komandi HM kappingina á heimavølli við einum venjingardysti móti Ungarn.

Yvir 4.000 áskoðarar í Aarhus sóu Danmark vinna ein tryggan sigur upp á 33-19. Við á vøllinum var føroyingurin Johan á Plógv Hansen, sum skoraði tvey mál av veinginum í øðrum hálvleiki.

Føroyingurin í bestu donsku hondbóltsdeildini, sum nú er nationaliseraður dani í hondbóltshøpi varð fyri fáum døgum síðani kallaður til danska HM-hópin eftir at veteranurin Hans Lindberg fekk ein skaða, ið møguliga forðar honum í at vera við til HM-kappingina.

Les: Boð eftir Jóhan á Plógv á landsliðnum 

Tað gjørdist ein lættur sigur fyri danska liðið, sum – uttan Jóhan á Plógv – hølvaði føroyingar av 35-17 í einum EM-undandysti í Skjern í oktober.

Sigurin kom uttan stóru stjørnuna Mikkel Hansen, sum hevði fingið frí til dystin, tí hann skal gerast pápi hvørja løtu. Heldur ikki vanligi málmaðurin, Niklas Landin, spældi við orsaka av einum minni skaða.

Danmark skal spæla ein venjingardyst afturat móti Ungarn áðrenn HM-kappingin byrjar. Danmark skal spæla fyrsta dystin í Royal Arena á Amager 10. januar móti Kili. Allir hinir bólkadystirnir hjá Danmark, verða spældir í Juske Bank Boxen í Herning.

HM-kappingin hesaferð verður spæld í Danmark og Týsklandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder