Dagføring 29.02: Upprunaliga skrivaðu vit, at Jóhan Vest avloysir Peter Holm. Hetta er ikki rætt: Peter heldur fram í starvinum sum formaður, meðan Jóhan fer í nýggja starvi sum stjóri í Flogbóltssambandi Føroya.
------------------------------------------------------
Tíðliga í ár varð starvið sum stjóri í Flogbóltssambandi Føroya lýst leyst. Peter Holm hevur verið formaður í FBF nøkur ár, og skjótt verður lagt afturat umsitingarliga partinum í Flogbóltssambandinum.
1. mars tekur Jóhan Vest við starvinum. Hesum boðar Flogbóltssambandið frá í kvøld. Jóhan er nú settur í starvið, sum millum annað verður lýst á hendan hátt:
- Umframt ábyrgdina av skrivstovuni fært tú sum stjóri ábyrgdina av samskiftinum við starvsnevnd, venjarar, feløg, flogbóltssambond í øðrum londum og onnur altjóða sambond. Tú gongur á odda við at skapa fíggjarligar inntøkur fyri flogbóltin og at seta upp karmar fyri tey tiltøk, sum eru skipað av FBF.
Jóhan Vest hevur somuleiðis sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu. Tað er nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, sum hevur sett Jóhan Vest í starv (Mynd: fbf.fo)
Um nýggja stjóran skrivar FBF, at Jóhan er sandingur búsitandi í Oyndarfirði, har hann í nógv ár hevur verið formaður í ítróttafelagnum í Oyndarfirði. Tað er samstundis bygdarfelagið.
- Jóhan hevur somuleiðis sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu.
Tað er nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, sum hevur sett Jóhan Vest í starv. Hann byrjar formliga fríggjadagin, 1. mars.
Dagføring 29.02: Upprunaliga skrivaðu vit, at Jóhan Vest avloysir Peter Holm. Hetta er ikki rætt: Peter heldur fram í starvinum sum formaður, meðan Jóhan fer í nýggja starvi sum stjóri í Flogbóltssambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald