Arsenal er søguliga sterkt á kvinnusíðuni, og liðið við nógvum enskum landsliðsspælarum er eisini stórfavorittur at koma víðari úr play-off umfarinum í Champions League.
BK Häcken kom í fjórðingsfinalurnar í fjør og ætlar sær so sanniliga í bólkaspælið aftur hesaferð. Svenska liðið gjørdi eisini bart í fyrra dystinum, sum var á Bravida leikvøllinum mikukvøldið frammanfyri nógvum áskoðarum.
Tað endaði 1-0. Tabitha Tindall skoraði í 77. minutti, og tað eydnaðist at halda sterka útiliðnum frá at skora - sjálvt um Arsenal hevði nakrar risamøguleikar.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi fullan dyst á sentrala miðvøllinum. 18-ára gamla hoyvíkskvinnan stóð sterk í myndini. Sum sæst á hæddarpunktunum niðanfyri (0.45), hevði Jóhanna millum annað fríspæling, ið var nær við at geva mál.
DAZN - YOUTUBE
Arsenal kann venda tí á heimavølli hóskvøldið, har Jóhanna og BK Häcken skulu gera nógv fyri at halda leiðsluni og koma í bólkaspælið.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen er uppvaksin í HB og síðani í Jútlandi. Evnini hjá hoyvíksgentuni vóru so eyðsæð, at boð vóru eftir henni í DBU. Jóhanna hevur longu spælt venjingardystir fyri danska A-landsliðið, og lítið bendir á, at hon nakrantíð fer at umboða Føroyar í landsliðsfótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald