BK Häcken hevur tikið øll á bóli í Champions League hjá kvinnum í vetur. Svenska felagið, hvørs manslið KÍ sló út úr Champions League, endaði í bólki saman við Chelsea, Paris FC og Real Madrid. Væntað varð at Häcken ikki fór at koma víðari, men eftir at øll liðini hava spælt móti øllum, er liðið úr Göteborg ósigrað á 1. plássi.
Tað eydnaðist at vinna 2-1 í tveimum teimum fyrstu umførunum. Fyrst í París og síðani á heimavølli móti mæta Real Madrid. Í gjár var enn ein stór uppgáva á skránni: Chelsea á Stamford Bridge har ein ung føroysk kvinna stríddust á miðvøllinum fyri útiliðið.
Chelsea var stórfavorittur, og heimsstjørnur sum Sam Kerr herjaðu eisini á svenska málið. Heimaliðið hevði stóra leikliga yvirvág og rakti millum annað yvirleggjaran tvær ferðir. Jennifer Falk í málinum hjá Häcken hevði eisini nakrar stórar bjargingar.
Tað var nógv uttan bólt hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og hinum í gulum og svørtum. 18-ára gamla hoyvíkskvinnnan spældi samfullar 90 minuttir á Stamford Bridge, har tað eydnaðist BK Häcken at standa ímóti og fáa eitt stórt stig. Hetta merkir, at svenska felagið framvegis er á odda í bólkinum, sum er komin hálvan veg.
Støðan í bólkinum (Skýggjamynd - uefa.com)
Hagtøl o.a frá dystinum síggjast á uefa.com
Hæddarpunkt niðanfyri:
Youtube - DAZN
Jóhanna Sørensen fylti 18 ár síðst í november, og hetta var stórt álit at geva henni. Miðvallarin kom inn í sigrinum á París, og sat á bonkinum allan dystin móti Real Madrid.
Les eisini: Fyrsti føroyski spælarin í einum Champions League-bólkaspæli
Hon hevur eina fortíð í donskum ungdómsfótbólti og í Superliguni. Jóhanna hevur eisini umboðað donsk ungdómslandslandslið. Nú er hon við til at fáa flott evropeisk stig fyri svenska felagið, sum endaði nummar tvey í Damallsvenskan í ár.
Næsta uppgáva hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og Häcken er eisini Chelsea, sum vitjar á Bravida Arena mikukvøldið 20. desember. Eftir hetta er jólafrí - avgerandi dystirnir í bólkaspælinum verða spældir síðst í januar.
Fótbóltur
Jóhanna spældi 90 minuttir í javnleiki móti Chelsea
Häcken fekk enn eitt flott úrslit og er á odda í sínum Champions League-bólki. 18-ára gamla hoyvíkskvinnan, Jóhanna Fossdalsá Sørensen, fær stórt álit.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen skifti í summar til svenskan fótbólt og hevur longu fingið nógvar stórar upplivingar (Mynd: UEFA)
2023-12-15 13:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald