18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen kann nú skrivað eina Champions League fjórðingsfinalu móti PSG á sítt lívsrensl.
Hon spælir við BK Häcken sum í kvøld hevði vitjan av franska PSG í Göteborg.
Gestirnir løgdu seg longu á odda í 23. minutti, men beint fyri hálvleik javnaði BK Häcken til 1-1, sum eisini var støðan í steðginum. Í 72. minutti skoraðu fronsku kvinnurnar og tryggjaðu sær fyrimun til seinnu fjórðingsfinaluna, sum verður í París 28. mars.
Stórtalentið úr Hoyvík fekk herfyri sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum. Tað var í einum venjingardysti móti Eysturríki.
(Mynd: DBU)
Les eisini: Jóhanna fekk fyrstu minuttirnar á danska landsliðnum
Les eisini: Jóhanna skal spæla fjórðingsfinalu í Champions League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald