Hondbóltur

Jóhannes Bjørgvin heldur fram í Stjørnuni - skal spæla evropeiskan hondbólt

25-ára gamli vongurin stórtrívist í Íslandi, har hann var millum teir mest effektivu farna kappingarár. Stjarnan, sum var í steypafinaluni, ætlar ymiskt spennandi.

- Jóhannes er ein spælari, sum altíð gevur seg 100 prosent, skrivar Stjarnan millum annað. Her sæst hann í steypafinaluni móti Fram 1. mars (Mynd: Harald Bjørgvin)

- Jóhannes er ein spælari, sum altíð gevur seg 100 prosent, skrivar Stjarnan millum annað. Her sæst hann í steypafinaluni móti Fram 1. mars (Mynd: Harald Bjørgvin)

2025-06-19 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av føroysku spælarunum, sum hevur gjørt vart við seg í íslendskum hondbólt, er Jóhannes Bjørgvin.

Vinstri vongurin er uppvaksin í Neistanum men hevur røtur til Vestmanna. Hann hevur eisini umboðað VÍF og vunnið steypafinalu við felagnum í gulum og bláum.

1. mars spældi Jóhannes steypafinalu í Íslandi. Tíverri taptu hann og liðfelagirnir fyri Fram, men tað var ein stór uppliving fyri føroyingin.

Steypafinaluplássið ger, at Stjarnan hevur rættin at spæla í Evropa eftir summarfrítíðina. Hetta ætla teir úr Garðabær, ið er stutt frá Reykjavík. Ætlanin er European League, sum er næststerkasta evropeiska kappingin. Stjarnan hevur søkt um pláss har - annars fær felagið pláss í European Cup, sum Allan Norðberg og Valur vunnu í fjør.

Tað verður við Jóhannesi Bjørgvin á liðnum. 25-ára gamli føroyingurin hevur fyri stuttum skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við Stjørnuna. Tað vil siga, at avtalan er galdandi til kappingarenda á summri 2027.

- Báðir partar vildu hetta, og Jóhannes er ein spælari, sum altíð gevur seg 110 prosent. Tað vilja vit hava í Stjørnuni.

Víst verður eisini á, at Jóhannes Bjørgvin skoraði 47 landskappingarmál júst farna kappingarár. Við tað at 75 prosent av hansara skotum fóru í máli, var hann ein av vongspælarunum, sum gagnnýttu sínari møguleikar best í Ólis deildini.

Natasja Hammer hevur í vikuni eisini skrivað undir tvey-ára sáttmála við Stjørnuna í Garðabær. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder