placeholder
Fótbóltur

John Petersen nýggjur høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum

Pætur S. Clementsen hevur fingið nýggja uppgávu sum landsliðsvenjari og hansara hjálparvenjari tekur yvir. Aðrar broytingar eru eisini gjørdar í FSF.

John Petersen saman við Pætur Smith Clementsen til landsliðsvenjing
(Mynd: Hans Erik Danielsen - FSF)

John Petersen saman við Pætur Smith Clementsen til landsliðsvenjing (Mynd: Hans Erik Danielsen - FSF)

2019-01-17 20:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ikki frítt, at man er glaður og stoltur yvir at fáa møguleikan at byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum fyrrverandi venjarin, Pætur Clementsen hevur gjørt. Hetta verður samstundis ein sera spennandi avbjóðing, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Pætur Smith Clementsen hevur seinastu trý árini hevur staðið á odda fyri A-landsliðnum við kvinnum. Nú skal tekniski stjórin í Fótbóltssambandinum venja U19-genturnar. Tað er John Petersen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, sum næstu tvey árini verður høvuðsvenjari. Hetta boðar FSF frá í kvøld.

EM-undankappingin er fyri framman hjá Føroyum. Tann 21. februar verður lutakast um, hvussu føroyska kvinnulandsliðið skal spæla í kappingini:

- Kvinnurnar hava nú luttikið í einum sterkum bólkaspæli, og hóast úrslitini ikki altíð sóu so pen út, so er kortini einki at ivast í, at tær hava ment seg nógv. Tað er tí við stórum spenningi, at vit nú fara undir eina nýggja undankapping, sigur John Petersen.

Fyrstu uppgávurnar hjá fyrrverandi landsliðsáleyparanum á odda fyri kvinnulandsliðnum í ár verða 7. og 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Litava.

Umframt at kvinnulandsliðið fær nýggjan venjara, eru aðrar broytingar eisini framdar í venjarakabalini hjá FSF. Øssur Hansen hevur sum hevur staðið á odda fyri U15 gentum og dreingjum. Nú fær toftamaðurin ábyrgd av U17-gentunum. Jan Laursen verður venjari hjá U15-dreingjunum, meðan Pauli Poulsen tekur við sum venjari hjá U15-landsliðnum við gentum.

Landsliðsvenjarar

 

U21

Eli Hentze

U19 Dreingir

Jógvan Martin Olsen

U17 Dreingir

Áki Johansen

U15 Dreingir

Jan Mølvad Laursen

U19 Gentur

Pætur S. Clementsen

U17 Gentur

Øssur Hansen

U15 Gentur

Pauli Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder