Eftir ein steðg á seks vikur fór Premier League í gongd aftur í gjár við siðbundnu skránni 2. jóladag. Sjey dystir vórðu spældir.
Premier League "17. umfar"
2. jóladag, 26. desember
Arsenal - West Ham 3-1 (0-1)
Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-1)
Crystal Palace - Fulham 0-3 (0-1)
Everton - Wolves 1-2 (1-1)
Leicester - Newcastle 0-3 (0-3)
Southampton - Brighton 1-3 (0-2)
Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)
Les meira her:
Arsenal økti um leiðsluna
Liverpool nærkast fjórða plássinum
Newcastle er á 2.plássi í løtuni
Tottenham fekk bjargað einum stigi móti Brentford
Í kvøld verður hildið fram, og tað eru tvey lið, sum royna at koma í topp-fýra, ið taka ímóti liðum, sum eru í botnstríðnum.
Chelsea og Manchester United eru á pappírinum stórfavorittar. Talan hevur ikki verið um eitt gott kappingarár hjá Chelsea, ið er níggju stig frá fjórða plássinum - við einum dysti færri enn Tottenham, ið snávaði í gjár. United er tættari: Um liðið hjá Erik ten Hag vinnur á botnliðnum á heimavølli í kvøld, er bert eitt stig upp til fjórða plássið. Í løtuni hevur United spælt tveir dystir færri enn Tottenham.
Talan er um 17. umfar, men einki lið hevur spælt so nógvar dystir enn. Orsøkin er útsettu umførini í samband við deyða drotning Elizabeths í september.
Í dag, týsdagin 27.12
17.00: Chelsea - Bournemouth
20.00: Manchester United - Nottingham Forrest
Í morgin, mikudagin 28.12
20.00: Leeds United - Manchester City
Sí stigatalvuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald