07 Vestur hevur seinastu tíðina roynt at spælt nakrar av sínum ungu egnu meira inn, og Jónas Prior og Jón í Horni Nielsen eru tveir teirra.
Ungu menninir eru úr Sandavági - ávikavist 18-ára gamlir og 19-ára gamlir. Talan er um spælarar, sum man í Vágum væntar nógv av og vil byggja framtíðina upp kring.
Jón er miðverji og tekniskt gávaður. Hann nærkast 40 dystum fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, men er tað undir Dan Brimsvík, at Jón í Horni Nielsen veruliga er komin framat.
Jónas Prior hevur veruliga fingið seg royndan, nú 07 Vestur hevur latið nógv mál inn í seinastuni. Miðverjin hevur tó eisini víst sínar dygdir, og hevur Jónas bæði skorað og verið liðformaður í Betrideildini.
07 Vestur skrivar soleiðis um nýggju sáttmálarnar:
Tveir av okkara mest eyðsýndu ungu spælarum hava í dag skrivað undir nýggjar sáttmálar við 07 Vestur til endan av 2026.
Talan er um Jón í Horni Nielsen og Jónas Prior, sum veruliga hava víst sínar dygdir á besta liðnum í seinnu hálvu. Venjarin hevur givið teimum álit, og teir hava so dyggiliga tikið av.
Jónas Prior hevur enntá longu leikt sín fyrsta dyst fyri 07 Vestur við liðskiparabandinum á arminum; bert 18 ára gamal.
Vit í felagnum eru sera stolt av at hava uppælt hesar røsku spælarar, og vit gleða okkum at síggja teir menna seg víðari hjá okkum. Hjartaliga til lukku tit báði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald