Fótbóltur

Jón Simonsen skal venja 1. deild hjá 07 Vestur

Liðið er nýtt í 1. deild, og skal hetta verða seinasta stig hjá ungu leikarunum, áðrenn teir skulu upp í Betri Deildina, sigur felagið.

(Mynd: 07 Vestur

(Mynd: 07 Vestur

2022-02-19 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni er avtala komin í lag við Jón Simonsen um at venja 1. deild hjá 07 Vestur.

Jón Simonsen hevur arbeitt við fótbólti í rættiliga nógv ár, millum annað í Fuglafirði, sum høvuðsvenjari í Betri Deildini og 1. deild, men eisini hevur hann arbeitt sum hjálparvenjari og venjari í 1. deild hjá HB, og við kvinnunum hjá B36.

07 Vestur eru uppflytarar úr 2. deild í fjør, og uppgávan, sum 48 ára gamli klaksvíkingurin hevur tikið uppá seg, er rættliga stór og spennandi. Eitt mál er sjálvandi at fáa teir næstbestu hjá 07 Vestur at støða seg í 1. deild, men samstundis, og avgerandi fyri felagið uppá longra banan, er, at liðið eyðnast sum seinasta menningarstigið hjá yngru leikarunum, áðrenn teir skulu upp í Betri deildina at spæla, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Jón kemur at arbeiða tætt saman við ungdómsdeildini, og serliga U17, fyri at stuðla yngru leikarunum í skiftinum frá ungdómsfótbólti yvir í vaksnamannafótbólt. Fleiri leikarar, sum hava verið partur av góða ungdómsarbeiðinum seinastu árini, standa nú yvirfyri hesum stóra stigið, og tað er tískil sera týðningarmikið at fáa yvirgongdina at eyðnast, sigur 07 Vestur.

Umframt Jón, sum verður høvuðsvenjari hjá 1. deild, verður eisini hjálparvenjari knýttur at liðinum. Høvuðsvenjarin í Betri Deildini, Michael Schønberg, kemur eisini at arbeiða saman við Jón um leikarar, sum skulu ella kunnu gerast partur av hópinum hjá Betri Deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder