- Sum eg skilji á lagnum, er U21-landsliðið við í ferðalagnum, og eg vil ynskja teimum tillukku við flotta úrslitinum í gjár.
Soleiðis segði flogskiparin hjá Atlantic Airways áðrenn Airbus flogfarið fór uppfrá í Kastrup fyrr í dag. Hetta var eftir "vanligu" boðini um veður, flogtíð og annað. A-landsliðið við monnum og U21-landsliðið ferðaust heim saman. Bæði hava nú heimadyst fyri framman. Hjá U21, ið skoraði tríggjar ferðir og fekk trý stig móti Hvítarusslandi, var talan um langa heimferð. Hon byrjaði í nátt.
Við viðførisbandi í Vágunum fekk Portalurin, ið var umboðaður í Póllandi seinastu dagarnar, orðið á hattrikk-hetjuni hjá U21-landsliðnum í gjár.
- Tað var ein heilt serlig kensla eftir dystin og eisini bara eftir fyrsta málið - sum heild er tað altíð ein serlig kensla at umboða Føroyar, og tað ger tað bara stuttligari, tá man skorar.
Sí eisini: Tríggjar ferðir Jørgen og trý stig til Føroyar
Her verður Jørgen Nielsen fagnaður eftir leiðslumál við Djúpumýru í juni - eitt av hansara fimm málum higartil á U21-landsliðnum. Føroyar spæla móti Kroatia í Klaksvík týskvøldið klokkan 18 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jørgen Nielsen gjørdi bart og skoraði trý flott mál eftir gott forarbeiði frá liðfeløgunum. 19-ára gamli glyvramaðurin var knívskarpur og legði Føroyar á odda 1-0 og økti síðani til 2-0 og 3-0. Jørgen staðfestir flennandi, at hann ikki nart ofta við bóltin, men at tað bara eydnaðist, og at skotini sótu hendan heita seinnapartin. Tað snúði seg tó um meira í gjár, slær B68-áleyparin fast:
- Fyrst og fremst var talan um eina ógvuliga góða dystarætlan, sum vit halda okkum til og fylgja fult út. Allir arbeiða kanónhart fyri tí allan dystin, og tað er tað, sum ger, at vit vinna.
Eftir málini í 3-2 sigrinum í gjár er greitt, at Jørgen Nielsen longu er javnsettur toppskjútti á føroyska U21-landsliðnum við fimm málum. Tað fekk Stefan Radosavljevic eisini - Jørgen hevur gjørt hetta í bert fýra dystum, og hattrikkið var tað fyrsta í føroysku U21-søguni. Hetta er ikki gingið upp fyri honum enn, men Jørgen vil meira tosa um dystin móti Kroatia týskvøldið í Klaksvík, og hevur hann eina áheitan til føroyingar.
- Tað verður ein torfør uppgáva, men vit trúgva uppá, at vit hava møguleikan móti teimum. Serliga á heimavølli trúgva vit uppá stig, og vónandi koma nógvir áskoðarar líka sum síðst. Tá var tað stuttligt, hóast úrslitið ikki var tað, sum vit ætlaðu.
Sí eisini: Fyrsta hattrikkið - Føroyar eru fyribils oddalið
U21 EM-undankapping, bólkur G
Í gjár, hósdagin 7. september, Armenia
Hvítarussland - Føroyar 2-3 (0-1)
35' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-1
48' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-2
59' Jørgen Nielsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 0-3
73' 1-3
90 (+3)' 2-3
Teir fyrstu 11: Ari í Haraldstovu Petersen Petersen, Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.
Hesir komu inn í 2. hálvleiki:
Heini Fossdalsá Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Gutti Dahl-Olsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Jónas Warner
Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein
Týsdagin 12. september, Klaksvík
18.00: Føroyar - Kroatia
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald