Hópurin hjá Víkingi hevur ikki verið fyri nógvum broytingum í vetur. Bergur Gregersen er aftur, og so hevur Jørgen Nielsen avloyst Martin Klein Joensen. Martin skoraði 16 mál í Betrideildini men er nú í íslendskum fótbólti.
Tað hilnaðist ikki so væl sum ætlað hjá Jørgeni Nielsen í B68 í 2023, men evnini eru rímiliga eyðsæð. Jørgen hevur millum annað víst seg ógvuliga væl fram á U21-landsliðnum. Serliga var tað við hattrikkinum í sigrinum á Hvítarusslandi í fjør.
Nú er óvist, nær Jørgen verður aftur á vøllinum. 20-ára gamli áleyparin av Glyvrum hevur staðið seg væl í venjingardystunum hjá Víkingi við fleiri málum, men í dystinum móti B36 í Sarpugerði í dag var hann óheppin.
Jørgen Nielsen traðkaði skeivt við øðrum fótinum eftir ein nærdyst, og tað hevði við sær, at hann breyt eitt bein í fótinum.
Tað hevur Portalurin fingið upplýst í kvøld.
Jørgen Nielsen var tann nýggji ungi maðurin, ið Víkingur satsaði uppá í vetur. Hann missir allarhelst fyrstu umførini vegna skaða í fótinum (Mynd: Víkingur)
Tað er staðfest, at talan er um eitt brot - Jørgen skal tó til nærri kanningar hjá serfrøðingi í morgin.
Í slíkum førum skal ein vanliga ganga í einum sonevndum stivla í nakrar vikur - helst í umleið ein mánaða ella meira - fyri at verja fótin. Síðani kann uppvenjingin veruliga byrja. Skaðin hjá Jørgeni Nielsen er tó so feskur og ikki kannaður nærri, so tað ber ikki til at seta eina tíðarætlan upp fyri nýggja víkingin enn.
Betrideildin byrjar leygardagin 9. mars, tá Víkingur vitjar 07 Vestur. Eftir tvey umfør er landsliðssteðgur, og kappingin verður tikin uppaftur 2. páskadag, 1. apríl.
Finnur Justinussen spældi sum fremsti maður hjá Víkingi í 2-2 dystinum móti B36 í dag. Andreas Lava Olsen hevur verið nógv skaðardarvaður seinasta árið.
Sí eisini: Bergur aftur á vøllinum fyri Víking - Finnur og Lava hava longt
Tøl: FaroeSoccer og bolt.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald