Fótbóltur

Jovana heldur fram í Kyndli

Stinni serbiski málverjin spælir eisini fyri steypavinnararnar komandi kappingarár.

Jovana Stranjanac, her aftanfyri liðskiparan Báru K. Hansen, tá steypið varð lyft fyri viku síðani
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Jovana Stranjanac, her aftanfyri liðskiparan Báru K. Hansen, tá steypið varð lyft fyri viku síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-02 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Maja Dragoljubovic, ársins málverji tvey ár ár rað, skifti frá Kyndli  til Neistan undan kappingarárinum kom eingin avloysari inn til grøna felagið úr Havn. Men fyrst í oktober kom Jovana Stranjanac til felagið úr Serbia.

Nú 25-ára gamli málvejrin hevur verið ein fongur fyri Kyndil, og í steypafinaluni seinasta vikuskifti stóð hon ein framúr dyst ímóti VÍF og var við til at tryggja felagnum steypið.

Í gjár boðaði Kyndil frá, at felagið og Jovana hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár.

"Vit í Kyndli eru fegin um, at okkara frálíki málverji tekur eitt tørn afturat í felagnum. Jovana trívist sera væl í Kyndli og í Føroyum og tað var eingin ivi frá hennara síðu, at halda fram"

Soleiðis skrivar Kyndil á heimasíðu sínari. Jovana og Kyndil spæla í SMS-deildini hóskvøldið í Klaksvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder