Judo var fyrstu ferð á skránni til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 og var so til allar leikirnar til og við Gibraltar 1995. Tá bleiv kunngjørt, at judo ikki bleiv á leikunum á Jersey í 1997, men tað bleiv ein longri steðgur, tí judo var ikki á skránni aftur fyrr enn á Rhodos í 2007. Síðani var judo aftur við í Álandi í 2009, og síðani hevur verið steðgur til í ár.
Judo er væl umboðað í ár, 11 menn og 4 kvinnur fara at kappast.
Hjá kvinnunum kappast Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg úr Klaksvíkar Judofelag í -52 kg., Silja Johannesen úr Sunda Judofelag í -63 kg., Hansa Torgerð Ellingsgaard úr Sunda Judofelag í -70 og Sanna Nolsøe Djurhuus úr Havnar Judofelag í -78 kg.
Hjá monnunum kappast Fríði Magnusson Carlsson úr Havnar Judofelag í -60 kg., Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini, báðir úr Havnar Judofelag í -66 kg., Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag og Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag í -73 kg., Búgvi Poulsen og Nicolaj Skoubo, báðir úr Havnar Judofelag í -81 kg., Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag og Hans Jákup Glerfoss úr Klaksvíkar Judofelag í -90 kg., Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í -100 kg. og Edvard Sigurdson Johannesen úr Sunda Judofelag í +100 kg.
Harafturat verður luttikið í opnum bólki, bæði hjá kvinnum og monnum, eins og í liðkapping hjá monnum.
Landsliðsvenjari er Roland Vogt, og ferðaleiðarar eru Sofus Debes Johanensen og Kristianna á Túgvu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald