Annað

Judo Føroyar 40 ár

Í gjár vóru júst 40 ár liðin, síðan táverandi Judosamband Føroya varð sett á stovn.

Fyrsta nevndin í Judosambandi Føroya í 1981. Frá vinstru: Eyðfinn Christiansen, Vága Judofelag, kassameistari, Jan Günther, Havnar Judofelag, formaður, Sven Nørspang, Havnar Judofelag, næstformaður, Hans Petur við Streym Hansen, nevndarlimur, og Bogi Linklett, Klaksvíkar Judofelag, skrivari (Mynd: Judo Føroyar)

Fyrsta nevndin í Judosambandi Føroya í 1981. Frá vinstru: Eyðfinn Christiansen, Vága Judofelag, kassameistari, Jan Günther, Havnar Judofelag, formaður, Sven Nørspang, Havnar Judofelag, næstformaður, Hans Petur við Streym Hansen, nevndarlimur, og Bogi Linklett, Klaksvíkar Judofelag, skrivari (Mynd: Judo Føroyar)

2021-03-01 07:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 28. februar 2021, vóru júst 40 ár síðani, at Judo Føroyar – sum fyrr æt Judosamband Føroya – varð stovnað.

Orsakað av støðuni við korona verður tó einki hátíðarhald nú, men ætlanin er at hava nøkur tiltøk aftan á summarsteðgin, skrivar Judo Føroyar á heimasíðuna.

Fyrsta judofelagið í Føroyum – Havnar Judofelag – varð stovnað 1. mars 1971, og umleið tvey ár seinni kom so næsta felagið, Klaksvíkar Judofelag. Tíggju ár skuldu tó ganga, áðrenn næstu feløgini vórðu stovnaði. Í 1981 vórðu Sunda Judofelag og Vága Judofelag stovnaði. Nú var so gøtan greið at stovna eitt sersamband, sum tá kravdi, at í minsta lagi trý feløg vóru, og sostatt varð Judosamband Føroya stovnað 28. februar 1981.

Í fyrstu nevndini vóru Jan Günther, formaður, Sven Nørspang, næstformaður, Eyðfinn Christiansen, kassameistari, Bogi Linklett, skrivari, og Hans Petur við Streym Hansen, nevndarlimur.

Í 1986 gjørdist Judosamband Føroya altjóða viðurkent, tá sersambandið gjørdist limur í European Judo Union og International Judo Federation.

Gjøgnum tíðina hava verið fleiri judofeløg. Tíðliga í 80unum var eitt stutt skifti judofelag suðuri í Vági, og fyrst í 90unum var eisini eitt í Kollafirði. Klaksvíkar- og Vága Judofeløg hava eisini long tíðarskeið verið niðurløgd. 

Sostatt vóru tað í fleiri ár bara tvey judofelag, sum vóru virkin, nevniliga Havnar og Sunda. Men seinastu árini er vend komin í, og fleiri nýggj feløg eru komin, eins og tvey av teimum gomlu eru endurstovnaði.

Fyrst var tað Skálafjarðar Judofelag, sum sá dagsins ljós, og síðani vóru Klaksvíkar- og Vága Judofeløg endurstovnaði. Harafturat eru judofeløg stovnaði á Sandi og á Tvøroyri.

Talið á judoíðkandi var í fleiri ár millum 50 og 100, men seinastu árini er limatalið vaksið nógv, so nú hevur tað í nøkur ár ligið millum 250 og 300, skrivar Judo Føroyar.

Føroyskir judoíðkarar hava eisini roynt seg á altjóða pallinum, og serliga á Oyggjaleikunum hevur ligið væl fyri. Á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019 vunnu føroyingar 14 heiðursmerkir – 5 gull, 2 silvur og 7 bronsu. Eisini hava føroysk judofólk vunnið medaljur í norðurlenskum kappingum.

Í nevndini fyri Judo Føroyar í dag sita Sofus Debes Johannesen, formaður, Hansa M. Glerfoss, næstforkvinna, Petur Sigurð Johannesen, skrivari, Marit J. Magnussen og Sigmundur Johansen, nevndarlimir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder