AaB Kvinde Elitefodbold kunnger í dag hetta á síðu sínari:
- Hópurin er nú styrtkur við 21 ára gamla føroyskalandsliðsleikaranum, Julia Naomi Mortensen. Hon kemur til Aab, eftir at hava spælt fyri AGF. Og tað er hennara kunnleiki til og royndir í donskum fótbólti, saman við hennara altjóða royndum frá landsliðnum, ið hava gjørt, at vit hava valt at knýtt Juliu til Aab.
Julia Naomi flutti til Aarhus og fór at spæla við AGF í fjør summar. Hon gjørdi beinanvegin vart við seg og skoraði í fyrsta dystinum og stutt eftir tað á útivølli móti Brøndby.
Í heyst gjørdist ikki talan um so nógva spælitíð, og landsliðsleikarin hevði eisini skað at dragast við.
Nú fer Julia Naomi Mortensen at royna seg í øðrum felagi í Gjensidige Kvindeligaen. AaB lýsir sín nýggja leikara á hendan hátt:
- Julia er ein tekniskt dugnaligur leikari við einum góðum yvirliti yvir spæli. Hon er sterk í alveringsspælinum, rólig á bóltinum og kann sæla sum kantur ella bakkur
Julia Naomi Mortensen er skrásett fyri tólv dystir og trý mál á besta liðnum hjá AGF. Sum vaksnamannaleikari í Føroyum umboðaði hon HB. Tvørakvinnan hevur spælt 16 A-landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald