
Hann var við at vinna gull í liðkappingini í hálvmararaton á Oyggjaleikunum, umframt at 27-ára gamli rennarin úr Klaksvík eisini vann onnur heiðursmerkir á Orknoyggjunum.
Men Julian Gregersen var ikki heilt nøgdur og valdi at enda hetta kappingarárið á breyt við at fara til Onglands:
- Eg endaði banaseasonina við at fara til Onglands at kappast. Í Englandi eru nógvar sterkar kappingar, og eg valdi at fara hagar, tí eg var ikki heilt nøgdur við tíðirnar í Oyggjaleikunum, har varð runnið meira eftir medaljum enn at fáa javnt skjott tempo og skjótar tíðir.
Soleiðis sigur sterki langteinarenning við Portalin. Tað byrjaði við føroyskum og persónligum meti:
- 12. august rann eg 1.500m í Trafford og setti føroyskt met. Átta dagar seinni, 20. august í Watford, rann eg 3000m og fekk eitt stórt persónligt met, men akkurát ikki ta føroyska.
Julian Gregersen í eldnum í Onglandi. Peckers Pacers er stór kapping, har nógv verður gjørt burturúr
Men tveir dagar seinni, 22. august, eydnaðist tað so hjá Juliani. Hetta var á 5.000 metrum. Kappingin var í Peckers Pacers í Southwark í London. Har eydnaðist tað at seta føroyskt met og eisini at vinna kappingina - í einum sera sterkum "felti".
- Í 5000m var ein sum rann sum hára til 3000m so eg rann bara við honum. Eftir 3000m føldi eg meg gott so eg setti ferðina eitt sindur upp og helt tað heilt á mál. Tad var ein fantastiskur stemningur við musikki kommentatorum og nogvir askoðarir. Nakað vit kunnu læra av í Føroyum, heldur Julian Gregersen.
Hetta var annað metið, sum Albert Marni Joensen setti í 1990' ununum, og sum Julian Gregersen nú hevði tikið.
Sí eisini: Julian hevur tikið enn eitt met hjá Albert Marna
Julian greitt ovastur
Julian Gregersen er nú í gongd við at venja til sína seinastu kapping í 2025. Hetta verður hálvmaraton í Valencia tann 27. oktober.
Har eg málið at betra um sítt - og kanska eisini røkka føroyska metinum hjá Marnari Djuurhus, sigur Julian at enda við Portalin
Les eisini: Maria Biskopstø: - Málið er at betra meira um tíðirnar og vinna fleiri heiðursmerki á heimabreyt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald